Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað er ein sperd landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum bæði skal finna fígging til vallyftini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um lønarlyft og samstundis má hyggja at, meðan starvsfelagin í uttanríkismálum fær heimild til at skerja inntøkurnar hjá og frá vinnuni markant | Mynd: Oliver Joensen

Føroyska vinnulívið Prügelknabe fyri innrásina í Ukraina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.06.2023 - 21:06 Leiðarin Politikkur Vinna

Øll eygu eru í hesum døgum vend móti samgongu-tinglimunum á Løgtingi. Breiða semjan er deyð uttan nakrantíð at verða fødd; andstøðan tváar hendur og vil ikki vera við. Nú skulu samgongu-tingfólkini taka støðu til, um tey vilja leggja alt vald á stórmálinum, sum tiltøkini móti Russlandi eru, yvir til ein einstakan mann í Landsstýrinum.

 

 

At Landsstýrið á Viðareiði bar seg at sum eitt áarross í eini postalínsbúð gjørdi tað avgjørt ikki lættari fyri tinglimirnar í samgonguflokkunum. Andstøðutingfólkini trektu seg – ikki tí, tey høvdu neyvan ætlað at verið við kortini –, og alt fokusið í bæði almenningi og miðlum varð sett á skeivu tølini, ið borin vórðu fram á Viðareiði.

Uttanlandsnevndin hevur tó roynt at hildið høvdið kalt og innkallað nøkur viðkomandi umboð fyri vinnulívið í Føroyum. Tí, so løgið og órættvíst tað ljóðar, so fara føroysku tiltøkini ímóti Russlandi fyrst og fremst at raka tað føroyska vinnulívið, ið ongan lut eigur í innrásini í Ukraina.

Føroyska vinnan er sostatt ein Prügelknabe. Tá man ikki klárar at revsa Putin, ja, so má man revsa onkran annan, fyri at vísa á, at man ger okkurt. Bara okkurt. Valið er so fallið á at revsa tey í Føroyum, ið handla við russar og servisera teir. Stjórin á Pelagos var greiður, tá hann við stórum bókstavum nevndi fatalu fylgjurnar, sum tiltøkini fara at hava fyri hansara fyritøku, og fleiri aðrar fyritøkur eru í líknandi støðum.

Er hetta ikki at handla í óðum verkum? Vit vita framvegis ikki, um Landsstýrið í heila tikið hevur røttu tølini nú. Roynt hevur verið at fingið innlit í tað, men tað er noktað. Men óansæð hvat tølini siga, so er tað altíð vandamikið at lata vald frá fólkavalda Løgtinginum til starvssetta Landsstýrið. Harvið fáa vit ikki tað demokratiska kjakið ella orðaskiftið, sum týðandi avgerðir eiga at fáa, áðrenn tær verða settar í verk. 

Núverandi samgongutinglimir áttu at vitað hetta betur enn tey flestu. Seinasta valskeið høvdu tey øll peikifingurin á lofti, tá táverandi mentamálaráðharri, Jenis av Rana, noktaði at geva eini filmsverkætlan stuðul, hóast hon av fakfólki varð innstillað til stuðilin. Men Løgtingsins Umboðsmaður staðfesti, at tað hevði ráðharrin fullan rætt til, tí Løgtingið hevði sjálvt givið landsstýrismanninum, og landsstýrismanninum einsamøllum, heimildina.

Nú er Uttanlandsnevndin í ferð við at gera tað sama, nevniliga at flyta avgerðarrættin frá fólkavalda organinum til útinnandi valdið, og tað er ikki bara sum at siga tað at trekkja ta heimildina aftur. Og tað er torført fyri tingfólkini hjá samgonguni at gera tað, eisini um tað er neyðugt, tá tað eru teirra egnu formenn, ið manna útinnandi valdið.

Forkvinnan í Framsókn er sum fíggjarmálaráðfrúgv, sum vera man, eisini hart kroyst her. Vallyfti um lønarlyft og skattalætta skulu innfríast, men innan fáar dagar kann Løgtingið hava givið einum landsstýrismanni heimild at seta tiltøk í verk, sum kunna kosta tí føroyska vinnulívinum óteljandi milliónir; nakað sum sjálvandi eisini fer at merkja nógv færri milliónir til Landskassan, um hann velur at brúka hana.  

Tað er tí ein ovurhonds stór ábyrgd, ið hvílir á herðunum hjá samgongutinglimunum í hesum døgum. 2. viðgerð av uppskotinum um avmarkandi tiltøk kemur fyri á tingfundinum, ið byrjar kl. 10 mikudagin 14. juni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langsíðan hjá KÍ-viðhalds­fólku­num er nær…
Tríggir Mjølnir leikarar á Dream Team
Sámuel Akselsson Heldarskarð vunnið tvær…
Bókabúðin letur upp í Klaksvík
Avtala um neyðtilbúgving undirskrivað
ALS gjaldið er alt ov høgt
Bókaútgáva FRÌ
Mannamúgva uttan fyri Kjøthandilin
Tíðaravmarkað undantaks­loyvi givið til t…
Fýra KÍ leikarar við U15 og U16
Veðrið í vikuni
Føroysk børn síggja og deila ólógligt se…
Daniel fór eisini til abba sín við steyp…
KVF: Næstan helvtina minni svartkjaftur
Hálvir sannleikar og heilar villeiðingar
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði