Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hallur Bech

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  04.09.2023 - 09:20 Tíðindi Veðrið

Veðrið í dag fer at verða ávirkað av einum lágtrýsti, sum er norðan fyri Ísland. Tað fer sín norðureftir í kvøld og í nátt burtur frá Føroyum.

Eftir tað fer eitt hátrýst at mennast beint sunnan fyri okkum, og tað fer at geva okkum gott veður í morgin og ein part av mikudegnum.

Hátrýstið fer eystureftir, og so er aftur pláss fyri lágtrýstum vestaneftir, har sum tað er meiri vindur og regn.

Veðrið í vikuni - dag fyri dag: 

Í dag er ættin millum útsynning og vestan. Vindferðin 3 til 8 m/s. Skýloftið skiftandi í morgun, og tað er regn ella avfall í støðum sunnanfyri. Sum líður á dagin er klárari og turt yvir alt landið, sólin fer at kaga fram. Tó kanska mjørki ella tám sunna- og/ella vestanfyri. Hitin í dag fer upp í 14 stig.

Fyrrapartin í morgin, týsdagin, eru 3 til 8 m/s vestaneftir. Seinnapartin lækkan hann niður í sunnan og minkar vindin niður um 5 m/s. Væntandi turt allan dagin og nokkso klárt, tó verða løtur við smá- ella hálvskýggjaðum lofti. Hitin í morgin 10 til 13 stig.

Mikudagin fer hann at liggja millum sunnan og landsynning. Vindferðin fer at liggja millum 3 og 8 m/s. Klárt og turt um náttina og eitt sindur út á morgunin, men fyrrapartin og restina av degnum er skýggjað og ælaveður. Hitin millum 10 og 13 stig.

Hósdagin eru 5 til 10 m/s av suðuri, samdrigið og ælaveður. Um kvøldið gongur hann upp í útsynning, vindurin minkar niður í 3 til 8 m/s, framvegis samdrigið ælaveður. Hitin fer at liggja millum 11 og 14 stig.

Fríggjadagin er turrari. Útsynningur allan dagin, men eitt sindur meira vindur, 8 til 13 m/s. Skýloftið verður skiftandi millum smáskýggjað til skýggjað. Ikki heilt turt, tí vit kunnu vænta okkum okkurt ælið í støðum. Hitin fríggjadagin 9 til 13 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online
Loysnir, ikki fíggindamyndir
Vatnið á eystur­síðuni í lagi