Nú Eyðun fór um sýn
Eitt minnisbrot:
Ein dagin í 1960 ella var tað í 1961 situr ein ungur maður í stovuni hjá okkum í Klaksvík, Eyðun Johannessen úr Havn.
Hann hevði lokið útbúgving á leiklistaskúlanum í Keypmannahavn - var tá um 23 ára aldur. Heldur lágvaksin men sjáldsama livandi í andlitsbrái og dugdi væl at práta. Mamma setti nátturða á borðið, og pápi fór eftir fløskuni og beyð honum eitt glas – men høviskliga segði hann nei takk. Hann skuldi til arbeiðis, á pall í “Atlantis bio”.
Nú var eg fermdur, og hetta kvøldið fór eg við mammu og pápa til leik.
Einki tjald fyri pallopinum. Eingi leiktjøld. Maðurin kom bara inn við einum krakki á herðunum – setti hann á pallgólvið við beinunum upp í loft, og so legði hann frá landi.
Stundum var krakkurin eitt far, sum sigldi ægin blá, stundum ein sessur, síðan eitt borð, eitt akfar, ein vøkstur í fríu náttúruni. Tú sat bergtikin frá fyrstu løtu.
Hann var einsamallur á palli, men kortini vóru aðrir leikarar á palli – hann leikti teir allar.
Hann er bæði Faust og Mephisto. Hann ber fyrst fram inngangin:
“Tit nærkast aftur, támar tokumyndir,
sum, eitt sinn áður, ól mín syrgna sjón.
Skal eg nú steðga tykkum her eitt sindur?
Kann eggja sinnið enn mín ungdómsvón?
Tit streingja á: ein sjón sum fjallatindur,
tá sól sær gjøgnum tokutám á lón,
og aftur ungur er mín barmur heima
hjá rúnarandum, sum um fylgið sveima.”
Hetta stórverkið um lærda mannin Heinrich Faust, hevði Goethe skrivað, og Louis Zachariassen av Kirkju í Fugloy hevði týtt.
Og so er Eyðun bæði Jeppi og Nilla í kenda leiki Holbergs.
Hann spælir brot úr Shakespeare-leiki.
Og nú er hann unglingin Peer úr Noregi, sum fer út at fjakka í stóru verð, úr Gudbrandsdalinum, í Dovregubbens hal, til Sahara og Kairo og heim aftur. Og so er hann mamman og undurfulla unnustan, Solvejg, sum bíðar honum á heimastrond.
Og so endar Eyðun við Hans Andriasi í Áarstovu og yrkingini um hin bjartoygda dáan 0g tey stadnandi øksini.
Og tú situr bergtikin, tá ið maðurin takkar teimum 12-15 áskoðarunum, ið komnir eru at hyggja og lýða á.
Ber veruliga til hjá einum manni at vera fleiri persónar sama stívliga tíman?
Bæði kallur og kona?
Bæði ungur og gamal?
Ja, eru fleiri veruleikar til?
Eftir sýningina býður mamma honum niðan aftur á Heygar at fáa sær ein drekkamunn. “Tjaldrið” liggur á Kósini og skal til Havnar móti nátt. Hann svølgir ein bita, áðrenn hann tekur krakkin á bakið, takkar fyri seg, og tá ið eg leggi meg hetta kvøldið, kenni eg meg ríkan, men spyrji eisini meg sjálvan: Hvussu man fara at gangast hesum unga manni á lívsins yrkisleið?
*
Jú, sanniliga gekst Eyðuni væl. Hann skipaði fyri sjónleikaraskeiðum í Havn, alt fyri eitt hann nýútbúgvin kom heim, og vit, sum gingu á læraraskúla seinnu helvt av sekstiárunum, sóu á fyrsta sinni leikir hjá stóru leikhøvundunum: Strindberg, Ionesco, Tjekhov, Wilder, Ibsen og Dario Fo. Í 1966 setti hann á pall leikin um Nólsoyar Páll, sum abbi hansara, Kristin í Geil, hevði skrivað – “Ófriðarligar tíðir”. Og í 1969 komu fyrstu leikirnir hjá Steinbirni B. Jacobsen á pall.
Árini 1970-73 leikti og leikstýrdi hann á Århus teatri og flutti so heim aftur. Tá kom eg at kenna hjúnini Tove og Eyðun, tí eldra dóttirin, Annika, kom at ganga í heimsins fittasta 4. flokki, har eg var flokslærari.
Øll árini síðani hava vit havt samband, vit týddu Dario Fo fyri “Grímu”, sóust regluliga, skiftu orð um føroyska leiklist og droymdu um Tjóðleikhús.
Og tá ið Forlagið Fannir fór at geva út leikritarøðina LEIKRIT í 2010, fegnaðist Eyðun og stuðlaði uppundir: “Tey standa her á hillini so litføgur sum perlur á snóri” skrivaði hann fyri nøkrum árum síðani, og nú ið 34. leikritið er farið til prentingar, fer í viðmerkingunum at bera til at lesa um Eyðun, sum hjálpti til at seta leikir upp í Hvalba og á Tvøroyri og samskifti við vágbingar um leik, sum har skuldi spælast.
Hann lyfti føroyska leiklist av amatørstigi upp á yrkisleiklistaligt støði – hann bygdi tjóð.
Eyðun er deyður, men minnið um hann fer at liva, so leingi klettarnir standa.