Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dennis raðfestir nýggja ferju í Kalsoynna fremst

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø  |  08.09.2023 - 08:15 Lesarabrøv Tíðindi

Avhaldshúsið í Mikladali var fult undir lúkurnar av fólki, tá Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum við fylgi, hóskvøldið 7. sept., var komin at greiða kalsoyingum frá sínum ætlanum á samferðsluøkinum.

 

 

Góð samferðsluviðurskiftir eru fyritreytin fyri livilíkindum í oyggjunum, har firðir og sund skilja.

Tað var tí sjón fyri søgn, at nógv fólk var komið at lýða á, at viðmerkja og at seta spurningar, nú Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, saman við embætisfólkum og leiðsluni á SSL,var komin norður í avhaldshúsið í Mikladali, og hevði sett kalsoyingum stevnu.

Fundurin byrjaði við framløgum frá Dennis Holm, landsstýrismanni, Niels Juul Arge, stjóra á SSL, Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar Kommunu og tveimum umboðum fyri staðbundnu nevndirnar í Kalsoynni. Eftir framløgurnar var orðið frítt.

Tað var ein væl upplagdur landsstýrismaður, sum legði fram sínar ætlanir. Møguliga vann hann hjørtuni á fundarfólkinum, tí hann sjálvur, um nakar, veit hvussu stóran týdning samferðsluviðurskifti hava fyri oyggjabúgvar. Dennis Holm, landstýrismaður býr í Suðuroy, og ferðast dagliga við Smyrli um Suðuroyarfjørð til og frá arbeiði.

 

Nýggj kalsoyarferja raðfest fremst

Eitt av evnunum, sum landsstýrismaðurin greiddi frá, vóru ætlanirnar at byggja nýggjar ferjur fyri tær gomlu, sum røkja farleiðirnar í dag. Landsstýrismaðurin greiddi frá, at hann arbeiðir við at vinna politiska undirtøku fyri at fara undir at byggja nýggjar nútíðarhóskandi ferjur á øllum farleiðum, har smærru ferjurnar: Sam, Ternan, Ritan og Sildberin sigla í dag.

Tað var í hesum sambandi, at landsstýrismaðurin segði, at hann ætlar at raðfesta nýbygging av kalsoyarferju fremst.

Ætlanin er, at ferjurnar skulu byggjast í Føroyum, at tær skulu vera skraddaraseymaðar til farleiðirnar, og at fólk á oyggjunum, og manningarnar á núverandi ferjunum, fóru at verða tikin við upp á ráð, tá fyrstu strikurnar til nýggju skipini fóru at verða teknaðar.

 

Regluliga sigling og fleiri túrar

Fleiri av fundarfólkunum, vístu á, at tað hevði stóran týdning, at ferðasambandið í oynna var regluligt og á at líta. Fólk skulu til arbeiðis, í skúla og onnur týdningarmikil ørindir. Og tí má ferjan kunna sigla í mest sum øllum veðri, og ikki verða tikin úr sigling, sum tað mangan verður gjørt í dag.

Harumframt var breið semja um tørvin á fleiri túrum, soleiðis at bíðitíðin at sleppa aftur og fram ymsar tíðir á degnum verður munandi minni.

 

Ein tillaga bíleggingarskipan

Herfyri varð skrivað á sama portali um sera lívligan fund í bygdarhúsinum á Húsum, um nýggju bíleggingarskipanina hjá SSL.

Á fundinum í avhaldshúsinum í Mikladali var bíleggingarskipanin enn einaferð á skrá. Men hesaferð hevði pípan fingið annað ljóð, og gjørdist fundurin tí ikki eins lívligur og fyrru ferðina á Húsum.

Hesaferð legði Niels Juul Arge, stjóri á SSL fram eina tillagaða bíleggingarskipan, sum innihelt nøkur av ynskjunum, sum kalsoyingar komu við, tá fundur var seinast.

M.a. fara fólk, sum búgva í Kalsoynni, við nýggju skipanini, framhaldandi at hava fimm pláss tøk til bilar umborð á Sam allar túrar. Harumframt vera 30 pláss tøk til lokal, sum ikki ferðast við bili.

Bíleggingarskipanin er eitt ynski frá ferðavinnuveitarum og SSL, og ikki nær í námind, í eins stóran mun frá oyggjabúgvum.

 

Fíggjarlógararbeiðið í heyst avgerðandi

Á fundinum segði landsstýrismaðurin seg, umframt arbeiði við at byggja nýggja kalsoyarferju, eisini verða sinnaðan at arbeiða fyri at betra um verandi ferðasamband á kalsoyarleiðini, eftir teimum ynskjum, sum kalsoyingar høvdu.

Men sum landsstýrismaðurin legði afturat, so var neyðugt at vinna politiskan frama fyri betringunum, so fíggingingin kundi fáast upp á pláss, nú politiska skipanin er farin undir at telva um raðfestingarnar á komandi fíggjarlóg.

Hvussu verður við nýggjari kalsoyarferju og øðrum framstigum á kalsoyarleiðini í næstum, fæst ivaleyst meir at vita um, tá fíggjarlógin kemur í alment eyga einaferð seinni í heyst.

Livst so spyrst

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen