Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í morgin verður avgerandi dystur í FM-stríðnum

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.09.2023 - 11:41 Ítrottur Tíðindi

Arvafíggindarnir bresta saman í Gundadali til helst týdningarmiklasta dystin í landskappingini higartil í ár.

Tað sá alt avgjørt út fyrr í ár, men tá KÍ so byrjaði at spæla seg langt í altjóða kappingunum, so byrjaði hetta álvara at ganga útyvir landskappingina og KÍ var bara sekund frá at seta stig til triðja dystin á rað undan landsliðssteðginum. Munurin millum KÍ og HB er minkaður við fimm stigum eftir summarsteðgin og í morgin kann tann munurin minka við átta stigum, og tá verður FM-stríðið púra opið, serliga tí KÍ hevur eina skrá restina av kappingini, har dystur er 3. ella 4. hvønn dag.

HB liggur á 3. plássi undan dystinum, men hevur ein dyst færri enn B36 og vinnur HB, so verður HB bara tvey stig aftanfyri KÍ við einum dysti fleiri. Hinvegin kann KÍ við sigri leggja sjógv millum seg og HB, og tá verður trupult hjá nøkrum at fanga KÍ, hóast B36 tá kann hava ein møguleika.

Dysturin í Gundadali í morgin byrjar kl. 18.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her