Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Páll A. Klettskarð tryggjaði KÍ týdningarmiklan sigur á HB

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.09.2023 - 10:21 Ítrottur Tíðindi

Góða gongdin hjá KÍ móti HB heldur fram.

Annað árið á rað fekk KÍ níggju av níggju møguligum stigum móti HB. Hetta hendi í einum spennandi dysti í Gundadali, har KÍ var betra liðið.

Fyrri hálvleikur var javnur við fáum málmøguleikum. HB eydnaðist at vinna bóltin langt frammi fleiri ferðir, men fekk ikki málmøguleikar burturúr, meðan Árni Frederiksberg hevði einasta stóra málmøguleikan hjá KÍ.

Í seinna hálvleiki komu málini. Árni Frederiksberg skoraði beinleiðis uppá horna, men løtu seinni javnaði Adrian Justinussen. Sigursmálið kom í 79. minutti, tá Jóannes K. Danielsen legði dagsins besta innlegg innfyri til innskifta Páll A. Klettskarð og hóast hann neyvan er meira enn hálvur í løtuni vegna skaðan, ið hann fekk á norðoyastevnu, so dugur hann at stýra innleggum í mál eins og vit sóu móti Víkingi.

Tað endaði 2-1, og samanlagt var tað uppiborið, at KÍ vann. Við sigrinum er KÍ átta stig frammanfyri HB við einum dysti færri. Ein avgerandi sigur, tí hevði HB vunnið, so var oddastríðið púra opið havandi dystarskránna hjá KÍ í huga.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará