Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF

Eyðvør aftur best í august

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  17.09.2023 - 13:06 Ítrottur Tíðindi

Í harðari kapping við Heidi Sevdal úr NSÍ, bleiv Eyðvør Klakstein vald sum besti spælarin í august mánaða.

FSF skrivar: Eftir at hava luttikið í Champions League í síðstu viku, høvdu kvinnurnar úr KÍ aftur dyst í Betri Deildini í dag, tá tær vóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði. Undan dystinum varð Eyðvør Klakstein kunngjørd og heiðrað sum besti spælarin í august.

Tað eru venjararnir í deildini, umframt umboð fyri Televarpið, sum velja besta spælaran hvønn mánað, og hesaferð var tað aftur Eyðvør sum fór avstað við heiðrinum.

Í hesum sambandi handaði pápi Eyðvør, Eyðun Klakstein, dóttrini ein gávukekk frá HAPS á 1000kr, umframt eina glasstandmynd, sum Betri hevur latið.

Eyðvør vann eisini heiðurin fyri juni/juli, og sigast má at hon og liðfelagarnir úr KÍ hava havt eitt sera gott kappingarár, har tær longu hava tryggjað sær FM heitið. Sjálv hevur Eyðvør skorað 19 mál í 19 dystum, sum má sigast at vera framúr hagtøl.

Í sjálvum dystinum hildu Eyðvør og KÍ fram í sama stíli við 3-0 sigrii, og aftur í dag kom Eyðvør á máltalvuna, tá hon legði KÍ á odda tíðliga í seinna hálvleiki.

Bjarni Enghamar var til dystin í Sarpugerði í dag og tók nakrar myndir av besta spælaranum hendan mánaðan.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…