Lýsing
Lýsing
Lýsing

Misnýttir málmøguleikar kostaðu dýrt

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  17.09.2023 - 19:52 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Stjørnan tók í dag ímóti Neistanum. Eftir hálvleiksstøðuna 16-10, gjørdist endaliga úrslitið 29-24 til Neistan. Høvdu stjørnuleikararnir verið meira narlagdir í avgerandi støðum, kundi úrslitið heilst víst verið ørvísi. Høvdu tær skorað upp helvtina av upplagdum misnýttum málmøguleikum, ivast vit ikki í, at tær kundu havt vunnið dystin, men tað eru málini sum telja. Tað tikist sum leikararnir geva sær ikki stundir at hyggja eftir málverjanum, áðrenn skotið verður. Hetta er avgjørt nakað arbeiðast kann við.                          

Neistakvinnurinar skulu um eina viku leika europacup dystir, og tað sást, at tær, sum fyrireiking til europacup luttøkuna hava, helst hava vænt longri enn hini liðini. Serlig álopsspælið hjá teimum gekk væl, og tær fluttur seg meira fyri hvørjari, enn stjørnuleikarnir gjørdi.                                                                                            

Annars skal viðmerkjast, at bæði verju- og álopsspælið hjá Stjørnuni var betur enn í dystinum í móti VB seinasta vikiskifti. Serliga Vanlentina Landri  og Sonja S. á Berge vóru meira eyðsýndar. Stjørnan hevur tveir góðar langskjúttar við Duritu L. Johansen og Savica Mrkikj. Hesar báðar eigur liðið at kunna fáa meira burturúr, við meira flytingum og uppspæli.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Sonja S. á Bergi 6, Valentina Landri 5, Savica Mrkikj 5, Jancy H. Poulsen 4, Durita L. Johansen 2, Anna Jacobsen 1, og Joan Sørensen 1.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…