Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyskt / enskt bókmentatiltak í Reinsarínum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  18.09.2023 - 11:39 Mentan Tíðindaskriv

Týskvøldið 19. septembur kl. 20 skipar FarLit fyri einum tvímálsligum Tiltaki á Reinsarínum, har føroyskir rithøvundar fara at lesa tekstir á føroyskum og týðarar fara at lesa somu tekstir á enskum.

Teir luttakandi rithøvundarnir eru Marjun Syderbø Kjelnæs, Kim Simonsen, Sólrún Michelsen, Beinir Bergsson og Lív Maria Róadóttir Jæger. Tiltakið er skipað í samstarvi við týðaran og tolkin Maritu Thomsen, sum er búsitandi í Onglandi og hevur týtt fleiri føroyskar bøkur til enskt. Føroyskt-kanadiska Lena Anderssen fer at framføra nøkur løg.

FarLit varpar ljós á føroyskar bókmentir í útheiminum. Í hesum sambandi verða nógvar sokallaðar royndartýðingar gjørdar á enskum, og hetta tiltakið er eitt gott høvi at vísa á, hvussu stóran týdning týðarar hava fyri at fáa føroyskum samtíðarbókmentum ein størri og fleirmæltan lesaraskara.

Ókeypis atgongd

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag