Lýsing
Lýsing
Lýsing

Evropa keypir meiri flótandi gass enn nakrantíð frá Ruslandi

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  21.09.2023 - 01:00 Politikkur Tíðindi Vinna

Berlingske hevur gjørt áhugaverda greining av handilssamstarvinum millum Evropa og Rusland. Niðurstøðan er, at nógv meiri flótandi gass verður keypt nú, enn áðrenn kríggið.

Eitt nú er Belgia blivin størsti avtakari av gassi frá Ruslandi.

Hóast Týskland skuldi ganga á odda, og millum annað bað fólk um at brúka brúsuna eitt sindur minni, og annars á allan hátt spara upp á hitan fyri at minka um innkeypið av gassi úr Ruslandi, so hava onnur ES lond økt munandi um innkeypið av LNG(flótandi gass) frá Ruslandi.

Í veruleikanum hava ES lond økt innkeypið av LNG frá Ruslandi við 40% í mun til áðrenn kríggið byrjaði, og er innkeypið áljóðandi 35 milliardir krónur fyrstu 7 mánaðirnar av árinum. Hetta svarar samstundis til, at tey evropeisku londini standa fyri umleið helvtuni av øllum útflutninginum av flótandi gassi úr Ruslandi. 

- Tað er hugstoytt, at londini í ES hava arbeitt so hart fyri at sleppa undan gassi úr Ruslandi, sum verður leitt gjøgnum rør, fyri ístaðin at fáa júst tað sama, bara frakta við skipum ístaðin, sigur Global Witness við Financial Times.

Harafturat verður ivi sáddur, um Týskland veruliga hevur slitið seg leyst frá russiska gassinum. Der Spiegel vísir á, at Týskland móttekur stórar mongdir av LNG-gass frá Belgia, ið jú hevur økt mest um innkeypið av gassi frá Ruslandi.

Eisini oljan úr Týsklandi verður seld í stórum mongdum til India, og eisini her er tað merkisvert, at Týskland hevur 10 faldað innkeypið av olju frá India, vísir Berlingske á í grein.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…
Politisk niðurraðfesting av barnavernd
Bestu leikarar og ársins lið eru vald
Alt streingir ið tóna
Enn eitt stórt vónbrot hjá KÍ móti botnl…
Myndarøð: KÍ - Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Brynja Høj eitt ár aftrat í Stjørnuni
Julian rann seg til enn eitt met
Upptakt: KÍ-Skála
Konsert í heimsflokki í Varpinum í dag.
Hagtøl: KÍ kvinnunar fingið betri byrjan…