Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað tók bara 2 yrkadagar frá áliti av og til Margit Stórá boðaði frá, at nú fór hon at skaffa fígging til tilmælið um universitetssjúkrahús. Helst tí hon visti, hvat fór at standa í tí. Meðan tey meira átrokandi málini, dialysa til Suðuroyar Sjúkrahús og Tesla-skannari til Klaksvíkar Sjúkrahús, enn lata bíða eftir sær og helst gera tað árið út

Bert pennastrok, tá tað er Havnin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.09.2023 - 05:56 Leiðarin Politikkur

Meðan suðuroyingar hava bíðað eitt langt og annað broytt, og júst fingið boð um at bíða til ársskiftið, eins og rykkjast má fleiri ferðir eftir gávuskannaranum til Klaksvíkar Sjúkrahús, so er øgilig ferð á varastjóranum í farloyvi, tá tað kemur til hennara egna sjúkrahús.

 

Arbeiðsbólkurin, sum hevði arbeitt við spurninginum um universitetssjúkrahús, hevði ikki meira enn handað tilmælið um at avtaka Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús sum løgfrøðiligar eindir, so var landsstýriskvinnan í heilsumálum í miðlunum, at hon fór at raðfesta at fáa settar pengar av á løgtingsfíggjarlógini til tað. Veruliga. Tað tók bert tveir yrkadagar. Onki við at viðgera tilmælið í ráðnum fyrst.

Samstundis er landsstýriskvinnan-skákstrika-varastjórin í farloyvi farin í Løgtingið at biðja um 43,7 milliónir afturat til H-bygningin. Mett verður ikki at vera ráðiligt at lata H-bygningin bíða; øll segl mugu setast til at fáa hann lidnan.

Klaksvíkingar, sum ongan varastjóra eiga í Landsstýrinum, kunnu hinvegin væl bíða. 24. apríl varð gávan latin, men tá skuldi arbeiðsbólkur fyrst setast, og friður veri við tí, men tá bólkurin 26. mai hevði mælt til at taka ímóti gávuni, takkaði landsstýriskvinnan bara fyri, og so hendi ikki meir. Løgtingslimur úr Norðoyggjum hevur rykt Heilsumálaráðið eftir aktiviteti, men har er onki hent. Har kom ongin fráboðan 2 yrkadagar eftir tilmælið um, at landsstýriskvinnan fór í Tingið eftir fígging.

Í stívliga eitt ár hava suðuroyingar og Heilsumálaráðið vitað, at dialysuviðgerð skal setast á stovn á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Men hóast Suðuroyar Sjúkrahús hevur gjørt sítt og fingið tólini upp at koyra, so er onki fólk at manna tey. Tí Landssjúkrahúsið stendur fyri at finna fólk til tað, og tað hevur opinbært ongan skund. Margit Stórá lovaði annars longu 16. februar, at dialysuviðgerðin í Suðuroynni skuldi virka frá í summar av. Nústani fer Landssjúkrahúsið undir at søkja eftir fólki aftur, síðani skulu tey upplærast, og suðuroyingar skulu ikki vænta nakra broyting fyrrenn um ársskiftið.

Sostatt fáa 2 prestisjuprojekt í Havn, H-bygningurin og erpnið yvir at kunna titulera seg universitetssjúkrahús, fremstu raðfesting, og uttan himpr ella drál tveittar knappar 50 milliónir eftir sær frá Løgtinginum eftir áheitan frá LS-varastjóranum í farloyvi. Alt ímeðan átrokandi mál fyri sjúklingarnar, Tesla-skannarin og dialysuviðgerðin, ferð eftir ferð verða útskotin út í framtíðina. Ikki tí tað skortar uppá innsats í lokalumhvørvunum í Norðoyggjum og Suðuroy, men tí at tað skal ígjøgnum 2 bygningar við Sandágerði í Havn, sum greitt hava heilt aðrar raðfestingar.

Tað er hugstoytt at vera vitni til.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Skjótt at byggja
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið