Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvar blivu lyftini um lættar og yvirskot av?

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins  |  29.09.2023 - 13:30 Politikkur Tíðindaskriv

Nú fíggjarlógin bleiv løgd fram, so situr man við einari løgnari kenslu.

 

Eru hetta somu fólkini, ið leggja hesa fíggjarlógina fram, ið vit hoyrdu áðrenn valið?

Tey, ið brúktu meginpartin av seinasta valskeiði at kritisera fíggjarpolitikkin hjá seinastu samgongu, og síðan komu við gyltum lyftum til valið.

Tá undanfarna samgonga legði sína seinastu fíggjarlóg fram fyri valið, so var kritikkurin øgiligur.

 

Tá bóru hesir flokkar fram, at:

-       Yvirskotið var ov lítið

-       Útreiðslurnar ov høgar

-       Skattalættin var ikki góður nokk

 

Nú tey leggja sína fíggjarlóg fram, so er støðan tann, at:

-       Yvirskot farnu árini er blivið til undirskot

-       Útreiðslurnar eru enn ov høgar

-       Ongin skattalætti

 

Man hómar onga politiska kós viðvíkjandi, hvussu borgarar skulu fáa ein fíggjarliga lættari gerandisdag umvegis ein skattalætta.

Dýru vallyftini um bíligari gerandisvørur og styttri arbeiðsviku eru ei heldur at síggja.

Heldur síggja vit, at plenuklipparin er tikin fram, og man ætlar at fremja smáar sparingar, ið raka meint hjá summum av okkara borgarum og smærri vinnurekandi, heldur enn veruligar nýskipanir, ið minka um útreiðslurnar og betra um haldførið.

Tað einasta, ið semja helst er um er, at vinnan skal gjalda meir og gerast minni kappingarfør, og tískil eisini minni før fyri at veksa um okkara búskap, ið er grundarlagið undir vælferð okkara.

Er tað veruliga einasta kósin, ið man kann semjast um í samgonguni?

Ikki eingongd, hvussu vit kunnu lætta um gerandisdagin hjá okkara borgarum?

Tað er ikki gott nokk.

 

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld