Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

KvF gitir í allar ættir um russlandssáttmálan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.10.2023 - 12:30 Tíðindi

Seinastu dagarnar hava journalistarnir í KvF fingið sær eitt nýtt ítriv: Hvør klárar at gita, hvat Aksel nú finnur uppá? “Ongin kann vita, tí man best vera at gita” tykist vera premissan.

Leygardagin skrivaði norski fiskimálaráðharrin undir enn ein samstarvssáttmála við Russland um fiskiveiðuna í Barentshavinum. Sostatt eru fortreytirnar upp á pláss fyri, at Føroyar eisini kunnu fara undir samráðingar við teir báðar partarnar, Norra og Russland, um framhaldandi fiskiveiðusamstarv.

Men á tíðindadeildini í Kringvarpi Føroya spyrja tey ikki norsku myndugleikarnar, hví tey ditta sær at gera ímóti prinsippinum hjá løgmanni í farnu viku. Í staðin eru tey farin í sjálvsving við gitingum um, hvat Aksel fer at gera við russlandssáttmálan.

Gita at Sjúrður skal setast upp á pláss

Í Degi & Viku fríggjakvøldið metti Árna Gregersen í samrøðu við Jón Brian, at Aksel fór at seta Sjúrð Skaale upp á pláss. Tí tað gongur ikki, at Javnaðarflokkurin heldur eitt um russlandssáttmálan í Danmark og eitt annað í Føroyum.

Leygarmorgunin gevur Sjúrður Skaale ilt av sær á Facebook, tí hann følir seg niðurtraðkaðan av teimum báðum Jón Brian og Árna Gregersen í Degi & Viku. Í døgurðatíðindunum leygardagin ger John Johannesen síðani drúgva samrøðu við Sjúrða Skaale um, hví hann følir seg so traðkaðan á, og hvat hann nú fer at gera, um Aksel nú – sambært gitingunum hjá KvF – fer at leingja russlandssáttmálan.

Gita at andstøðupolitikarar mugu geva seg

Í øðrum innslag í Degi & Viku fríggjakvøldið gitti John Johannesen, at Aksel nú var kroystur til at gera breiða semju við andstøðuna um framhaldandi samstarv. Har John eisini gitti, at andstøðuflokkarnir máttu geva seg í mun til havnarstongsul og bann ímóti at fiska í bretskum sjógvi, tí tað fór Aksel hóast alt at halda fast um.

Ongin kelda, bert gitingar. Og tá Aksel bleiv spurdur um málið, staðfestir hann bara flennandi, at tað ikki eru hansara orð. Allíkavæl gitir journalisturin víðari.

Gita at Aksel fer at slíta av sínum eintingum

Mánakvøldið gitir journalisturin Hansa Hansen knappliga í Degi & Viku, at Aksel als onga breiða semju kann fáa. Og at hann tí hevur fingið mandat frá hinum báðum floksformonnunum í samgonguni til at slíta fiskiveiðusamstarvið við Russland. Hvørki Høgni Hoydal ella Rutt Vang blíva spurd, um tey hava givið Aksel eitt slíkt mandat. Hetta hóast Rutt Vang var gestur í sjónvarpsstovuni beint áðrenn innslagið. Men KvF gitir bara víðari allíkavæl.

Nú hevur gitingin fingið eina heilt nýggja dimensión. Tí nú tykjast ørindini hjá journalistunum vera at leggja mest møguligt trýst á andstøðupolitikararnar. So teir gera sum John Johannesen gitti fríggjakvøldið og geva seg fyri Akseli í spurningunum um havnarstongsul og atgongd til bretskan sjógv.

Gita at Georg má seta Jón Brian uppá pláss

Í Skannaranum hjá Øssuri Winthereig og Brynhild Thomsen mánakvøldið eru Georg Petersen og Sjúrður Skaale gestir. Øssur og Brynhild hava á Facebook javnt og samt róst Sjúrði Skaale og hansara kampanju ímóti fiskiveiðusamstarvinum við Russland. Allíkavæl ger Øssur eina mikrofonhaldandi samrøðu við Sjúrða Skaale, har fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum fær enn eitt høvi at skelda Jón Brian og Árna Gregersen fyri at fara ov illa við sær í Degi & Viku fríggjakvøldið.

Eftirfylgjandi í sama Skannara skiftast Øssur og Brynhild um at grillað Georg Petersen, fráfarandi tíðindaleiðara í KvF, fyri innslagið í Degi & Viku. Tey halda heilt týðuliga, at Sjúrður Skaale hevur púra rætt í at skjóta journalistin, tí sambært teimum fóru bæði Jón Brian og Árni Gregersen um mark við síni greining av støðuni. Georg ger eina jánkasliga roynd at verja Jón Brian, men tveitir eygleiðaran Árna Gregersen undir bussin. Tí Georg gevur teimum báðum rætt í, at Árni fór ov langt við sínum hvøssu eygleiðingum um atferðina hjá Sjúrða Skaale.

Kringvarpsstjórin má skera ígjøgnum

Vit gita, at nú má kringvarpsstjórin Ivan Niclasen traðka í karakter og verja Jón Brian Hvidtfeldt og keldu hansara Árna Gregersen ímóti sínum egna tíðindaleiðara. Og at hann minnir hinar journalistarnar á Degi & Viku um, at tey sum minsta mark mugu fáa røttu viðkomandi at fyrihalda seg til teirra gitingar. Og síðani fáa teirra páhald undirbygd, um gitingarnar verða afturvístar.

Tí annars halda allar hesar illgitingarnar bara áfram. Til tað er málið alt ov álvarsamt. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Er bilurin klárur til veturin!
Í heyst­fríðtíð­ini er svimji­høllin meira…
Framløga og frásøgn í Smæruni
Seinastu israelsku gíslarnir leysir – vó…
- Sansið, nertið og følið lívið
Bókasavnið í heyst­frítíðini
Video: Gekst illa hjá Teistanum at leggj…
Samhandilin millum Danmark og Russland e…
Trump í Ísrael eftir gíslaleysgeving
Teir fyrstu sjey gíslarnir eru leyslætni…
Hann gav okkum tað, vit vildu hava!
Eyðun Klakstein er lands­liðsvenja­rin við…
Veðrið í vikuni
Fleiri met til føroyska landsliðið
Lýsing