Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ-fagnaður sunnudagin frá kl. 13:00 í KÍ-Høllini

SKRIVAÐ:  |  27.10.2023 - 13:10 Ítrottur Tíðindi

Tað verður einn sannur fagnaðardagur sunnudagin, tá KÍ skal spæla seinasta dystin í hesum kappingarárinum. KÍ skipar nevniliga fyri stórum ókeypis tiltaki, har børn og vaksin millum annað fáa grillaðar pylsur, wienarbreyð, sunkist, ís, kaffi og te.

Sunnudagin spælir KÍ móti Víkingi á heimavølli, og er hetta samstundis seinasti dystur í landskappingini í ár. Tí verður eisini steypahandan eftir dystin, men umframt alt hetta fer KÍ eisini at bjóða til ein spennandi fagnaðardag fyri alla familjuna.

 

Áðrenn dystin

Byrjað verður við einum stórum tiltaki í KÍ-høllini, sum byrjar kl. 13.00, har børn og foreldur kunnu fáa wienarbreyð, soft-ice, kaffi, te og sunkist. Eisini fáa børnini bláar bállónir frá Silva, ið eisini møtir upp til høvið.

Bæði vaksin og børn hava eisini møguleika at fáa sær andlitsmáling og koma í rættiligan KÍ-stemning.

Fyri at skjalfesta søguligu løtuna og gera hana ógloymandi, ber til at taka mynd við vakra myndaveggin, sum eisini er settur upp.

Áðrenn farið verður út á vøllin, fara Karl Martin Samuelsen, Steintór Rasmussen og Heini Ziska Dahl á pallin, har teir syngja nakrar sangir.

 

Undir dystinum

Røsku kaffi-damurnar hjá KÍ eru eisini í gávuhýri undir dystinum, og tí verður bjóðað ókeypis kaffi, te og okkurt gott afturvið.

 

Aftan á dystin

Vit heiðra besta liðnum hjá KÍ á vøllinum, har umboð fyri FSF fer at handa gullheiðursmerkir og steyp.

Tá handanin er liðug, verður farið inn í KÍ-høllina aftur, har bæði besta liðið hjá kvinnum og monnum verða heiðrað á pallinum.

Eisini verða aðrar heiðranir inni í KÍ høllini, har Martin Kjærbo fer at stýra tónleikinum.

Síðani bjóðar KÍ ókeypis pylsur og breyð við øllum, sum har tilhoyrir, og tá klokkan nærkast 18.30, fer Bill Justinussen eisini á pallin við sínum væl dámda undirhaldi.

Áðrenn dystin møta vit kl. 13.00 í KÍ-Høllini, og tiltakið í KÍ-høllini aftan á dystin endar umleið kl. 19.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin