Lýsing
Lýsing
Lýsing
Samgongan gongur í fleiri bólkum á fleiri økjum. Eitt eru tey tó øll samd um, og tað er at verða sitandi við valdið | Mynd: kvf.fo

Samgongan bert samd um at halda fast um valdið?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.11.2023 - 07:39 Leiðarin Politikkur Vinna

Siðvenjuna, sum vit kenna úr øðrum londum, har ministarar sjálvbodnir fara frá, tá teir ikki hava umsitið síni málsøki á nøktandi hátt, hava vit ikki í Føroyum. Tí verða okkara landsstýrisfólk uttan iva sitandi, hóast tey hava drálað alt ov nógv í sínum embætum, og hóast teirra flokkar uppiborið fáa sera vánalig úrslit í veljarakanning.

 

 

Hóast bæði Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal siga úrslitið í feskastu veljarakanningini ikki koma óvart á, so munnu teir helst vera rættiliga reyðir um oyruni kortini. Opið kríggj er í báðum flokkum, har tingfólk hjá Tjóðveldi langar út eftir báðum formonnunum, tingfólk í Javnaðarflokkinum langar út eftir landsstýrisfólki hjá Tjóðveldi, sum í einum heilt øðrum máli fer at samráðast við russar við einum mandati frá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum ... 

Tað er eitt hav av orsøkum til vánaliga úrslitið, har Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 6 tingfólk og Tjóðveldi 5. Ein orsøk er uttan iva sera drúgva bíðitíðin eftir at avgerðir verða tiknar. Í alivinnuni hava ávaringarklokkurnar rungað í meira enn ½ ár, og landsstýrismaðurin hevur fleiri ferðir sagt, at nú fór okkurt at henda, men enn er onki hent. Um Uttanríkis- og vinnumálaráðið í heila tikið hevur arbeitt við málinum hetta hálva árið, vita vit ikki, men úrslitið er í øllum førum tað sama, sum tað hevði verið, um ongin hevur arbeitt við tí. Tí har er onki úrslit.

Framsókn, flokkurin hjá Ruth Vang, missir eisini undirtøku í veljarakanningini og fer 1 tingfólk aftur. Her krevst ikki nakað greiningararbeiði fyri at kenna orsøkina. Vánaliga handfaringin av sáttmálasamráðingum við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er ein høvuðsorsøk, og fyrst og fremst maktdemonstratiónin, har Landsstýrið spældi við musklunum og fekk Løgtingið at seta fakfelagið uppá pláss fyri seg.

Verkfallið er nú av, takk og lov, men útskift við eina hópuppsøgn í Kringvarpinum í staðin – aftur her, sambært Sirið Stenberg, er orsøkin, at undirtøka ikki hevur verið fyri at prístalsregulera gjaldið. Altso er samgongan heldur ikki samd um tað, og aftur her hevur tað kravt síni menniskjaligu offur. 

Tað sama sum við tøkugjøldunum, atgerðarloysi og ábyrgdarloysi, hevur eisini merkt viðgerðina av fiskiveiðiavtaluni við Russland. Eisini har var lovað, at eitt úrslit skuldi koma eftir rímiliga viðgerðartíð – september varð nevndur sum deadline – men heldur ikki har hendi nakað. Ikki fyrrenn 10. november bleiv avgerðin tikin.

Og tá er ikki eingong sloppið. Nústani byrja samráðingarnar við russarar, og har hevur samgongan longu brent eina brúgv við havnarstongslinum. Russarar kunnu lættliga krevja, at Føroyar avtaka havnarstongsulin fyri at fáa rætt til at fiska í Barentshavinum ella at flyta inn pelagiskan fisk til Russlands, og so er samgongan enn einaferð noydd at bakka, ella til dømis at gera bretar vreiðar við at lata russar fiska í felagsøkinum sunnanfyri. Tvey sera hugsandi scenariir.

Samgongan hevur málað seg sjálva inn í eitt horn, og traðkar júst nú í málingina (ella spinatið) fyri at sleppa út aftur. Gamli travarin um gongd í haga tykist onga leið verða komin og er ikki lagdur fyri Løgtingið enn. Tað skuldi annars koma á tingborð í heyst, og nú skriva vit vetur. Men føroyska siðvenjan ger, at jú minni populérur ein flokkur er, tess fastari gøllheldur hann um valdið. Vit fara tí onki nýval at fáa í bræði, tí samgonguflokkarnir vita fullvæl, at teir fáa eitt marrukent valúrslit á einum vali nú.

Okkurt, sum tó kann framprovokera eitt val, er fíggjarlógin, og so er eisini hugsandi, at um samgongutingfólk taka undir við andstøðuuppskotinum um tøkugjøld, at tað fær fylgjur fyri samgonguna. Um ikki innanhýsis rot og rok fær samgonguna at ganga upp í límingini áðrenn tað. Tað fara komandi vikurnar at vísa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen