Lýsing
Lýsing
Lýsing

Svínoyarleiðin

SKRIVAÐ: Frímund Hansen  |  15.11.2023 - 15:23 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Boriútgerðin sum nú hevur gjørt sína skyldu suðuri í Dali eigur í næstum at verða send til Svínoyar at bora ein líknadi tunnil, bara væl stytri og harvið bíligari. Tunnilin í Dali er 2250m. Okkara verður 1750m.

 

 

Gjørdist ikki sørt skakkur tá smærri tunlarnir sum tunnilstoymi hjá Landsverki skuldu gera framyvir vóru raðfestir av Sigrun Brend í tíðindunum í morgun.

Hvar kemur hendan raðfestingin frá. Hyggja vit inn á samferðsluætlanina hjá Landsverki, so stendur Samband til Svínoyar ovarlaga í vinstra horni og har hevur hon staðið í mong mong harrans ár. Hví so hendan umraðfesting nú, er ikki til at skilja.

Men tað munnu okkara politikara vita. Alt verður halga í navninum av trygd. Og tosað vit trygd er væl eingin ivi um at tunnilin í Svínoy slar klárast út, tá hugsast skal um tunnlar og trygd.

Tá tunnlar ađrarstađir verđa viđgjørdir, snakkar eingin um prís. Alt gongur út uppá trygd. Bygdir sum hava havt gott samband leingi, fáa nú samband nr. 2. Dømini Sumba, Norđan fjall, Viđareiđi, Hvalba, Famjin og nú Dalur. Og so er boða frá Tjørnuvík, Vestmanna og Gjógv m.a. tí at kavi, vindur og at omanlop kunnu koma fyri. Talið ikki ímóti tí. Men vit mugu leypa um opiđ hav viđ ongum trygdarneti undir um vit skulu til hús. Hvønn dag. Skipi ikki ein gong bundi við kaj. Væl veit eg at manningin er dugnalig, men har er stórt útskifti eisini. Vani skal til alt. Vit hava havt tađ fatalu vanlukkuna, og tann næsta bíđar bæra eftir sær um einki verđur gjørt.

Skilji ikki landsins mynduleikar í hesum føri. Eg eri fullvísur í at ein frágreiðing liggur onkrastaðni í landsumsitingini sum lýsir trygdina á farleiðini og sum ikki tolir dagsins ljós. Sigi hetta tí hon kemur so ikki í ljósmála. Erla skuldi nokk vera loysnin, men vit vita hvørja nyttu hon ger til dagligt.

 

Er ikki til fánýtis

Ofta verður spurt um hvussu nógv fólk býr har. Loysir tað seg at gera tunnil til so fá fólk o.s.fr. Upplýsast skal at í Svínoy búgva 31 fólk. Til samanberingar búgva 29 fólk í Dali. Tá flest búðu í Svínoy vóru tað 250 fólk, ella líka nógv sum á Viðareiði um somu tíð. Tað er tó ikki handan parameturin vit skulu vekta, men hyggja at hvussu nógv fólk brúka leiðina og so gera okkum metingar um hvussu nógv fólk kundu havt brúkt hana um hon var gjørd brúkilig. Sigast skal at tað ferðast 20.000 fólk á Svínoyarleiðini árliga við hesum lorta sambandinum sum er.

Á oynni eru fleiri arbeiðspláss á smoltstøðini sum í løtuni verður um og útbygd til lívfiskastøð.

Svínoy er relativt stór oyggj í Føroyum viđ alskýns møguleikum um hon fekk møguleikan. Hon verđur tó katagorisera sum útoyggj og verđur serviserađ alment samsvarandi.

Men hetta er slett ikki neyđugt og heldur ikki akkseptabult. Fyri sera lítla upphædd liggja møguleikarnir víđ opnir.

Nýtt skip til verđandi leiđ, sum er ein leivd av gomlu leiđini hjá gamla Immanuel av Stongunum í Klaksvík, kann ikki koma uppá tal.

Tað rætta var at gjørt undirsjóvartunnil. Men fáa vit fyrst ein tunnil yvir til Havnar sum er 3/4 til longdar og harviđ tađ av prísinum av Dalstunnlinum sum nú er borðaður ígjøgnum, og eina 30m atløgubyggju har yviri, so kann Svínoyggin serviserast alment eins væl og nógv betur enn t.d. Nólsoy og Kallsoy vera í dag. Tí siglingin tá er bert 10-15 min. Fremra máliđ tá um 15-25ár er undirsjóvartunnil inn á Toftir sum einans er 1/2 norđoyatunnil til longdar.

 

Tað er ikki pengar út í bláa luft

Svínoyarvík kann framleiđa í alifiski fyri 1/2mia. árliga minst. Harav 30-50mió. eftir verandi taksti í tøkugjaldi til landi. Á slættanum á oynni kunnu 10-15 ella fleiri av allar stórstu vindmyllum standa og framleiđa streym til útflutnings, ella til skip sum eru á veg um hav at bunkra streym.

 

Hvussu við Fugloy

Ja, tað er annar spurningur sum ikki viðurkemur Svínoy sum so. Men ein møguleiki er rennistrongur. Og við streingi til Fugloyar sum í sjálvum sær hevði verið fremsta ferđamál í norđurhøvum, kom tađ at merkjast almikiđ í ferđavinnuhøpi.

Men kom nú við boriútgerðini til Svínoyar. Tá fæst mest trygd fyri pengarnar. Tað eiga bæði Tjørnuvíkingar og Gjáarmenn at skilja eisini og tað gera teir.

 

Frímund Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stuðul danska skattgjaldara til føroyska…
Á Eiði arbeiða teir við at manna 10-mann…
Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í best…
Eg havi valt at stilla upp til kommunuva…
Væl eydnaður flygilfagnaður
Hevur tú áhuga í, at TRISOMI 21/­DOWN…
U19 lands­dystir í flogbólti í Havn
Almennur kunningarfundur um kommunuætlan…
Hug at ganga ella renna ein túr í Klaksv…
Ari verður útleigaður frá KÍ
Á Stongunum fær høga raðfesting frá mær
Ein vegur til tryggari ferðslu og grønar…
Kommunu­politikkur skal lyftast á hægri s…
3 x KÍ'arar við U15 lands­lið­num
Tøkk - Hans Berg Hammer
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksví…
Klaksvíkin skal ruddast
Myndarøð: Javnleikur til KÍ og B36
Farstøðin skal brótast niður!
Myndarøð: Heyst­fagnaður