Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Søgan er ikki eins ljósareyð, sum hon ljóðar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.11.2023 - 11:16 Mentan Politikkur Tíðindi

skrivar ein fíggjarliga sperd mamma til Norðlýsið, nú Klaksvíkar kommuna hevur strikað stovnsgjøldini fyri november og desember í ár

 

Klaksvíkar býráð hevur einmælt samtykt at foreldur at børnum, ið ganga í dagstovn ella frítíðarskúla, ikki skulu gjalda fyri november og desember í ár.

Hetta hevur fingið nógvar positivar reaktiónir, men ein fíggjarliga sperd mamma hevur sent okkum ein t-post, sum vit hava valt at endurgeva niðanfyri. Kvinnan ynskir at vera dulnevnd, men Norðlýsið veit hvør kvinnan er. 

 

 

Tit burdu skriva eina grein um tær familjurnar, sum ikki fáa ein lætta, nú stovnsgjøldini verða strikaði fyri jól.

Eg, og fleiri við mær, livi av einari inntøku og eigi bert skúlabørn. Okkara jól gerast als ikki lættari av, at onnur sleppa undan at gjalda stovnsgjøld fyri jól. So søgan er ikki eins ljósareyð, sum hon ljóðar.

Vit eru eisini ein barnafamilja, og liva allarhelst í trengri korum alt árið, enn familjan við tveimum inntøkum.

Eg unni tó væl ØLLUM barnafamiljum ein lætta fyri jól, eisini familjuni við bara skúlabørnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará