Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Greining um avgerandi dystin hjá KÍ móti Slovan Bratislava hóskvøldið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  28.11.2023 - 17:28 Ítrottur Tíðindi

Skal KÍ hava møguleikan at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, so skal dysturin móti Slovan Bratislava mest sannlíkt vinnast.

 

Tvey umfør eru eftir í bólkaspælinum hjá KÍ, og støðan er hendan:

1. Lille 8 stig málmun +3

2. Slovan Bratislava 7 stig málmun +1

3. KÍ 4 stig málmun 0

4. Olimpija Ljubljana 3 stig málmun -4

 


Dystirnir sum eru eftir eru:

30.11: KÍ-Slovan Bratislava

30.11: Olimpija Ljubjana-Lille

14.12: Lille-KÍ

14.12: Slovan Bratislava-Olimpija Ljubljana

 


KÍ skal helst vinna móti Slovan Bratislava

Sum tað sást á stigatalvuni, so skal KÍ helst vinna dystin móti Slovan Bratislava fyri at hava ein hampuligan møguleikan at koma víðari. Tí við javnleiki krevst, at KÍ vinnur í Lille samstundis sum Slovan Bratislava tapur á heimavølli móti Olimpija Ljubljana. Í Ljubljana vann Slovan Bratislava 2-1 fyrr í bólkaspælinum. Men vinnur KÍ á Slovan Bratislava, so kemur KÍ at liggja á 2. plássi undan síðsta umfarinum. Og hóast KÍ hevur ein torførari dyst í síðsta umfarinum enn Slovan Bratislava, so er eisini ein møguleiki, at Slovan Bratislava tapur sín dyst í síðsta umfarinum, tí sum vit sóu hjá KÍ í Ljubljana, so eru slovensku meistararnir ikki nakað vánaligt lið. KÍ stóð seg lutfalsliga nógv betri í Slovakia enn í Slovenia. Ein annar møguleiki, sum vit koma inná seinni, er, er KÍ møtir einum ósamanspældum og ómotiveraðum Lille-liði í síðsta umfarinum og harvið kanska hevur realistiskan møguleika at fáa stig.

 


Ikki tapt síðstu níggju heimadystirnar

KÍ hevur sera góð hagtøl á heimavølli síðstu árini. Tí vit skulu aftur til 2021 fyri at finna seinasta tap á heimavølli hjá KÍ. Síðani tá hevur KÍ vunnið ella spælt javnt móti Bodø/Glimt, Sutjeska, Ballkani, Ferencváros, Hacken, Molde, Sheriff Tiraspol, Lille og Olimpija Ljubljana. Tilsamans níggju dystir.

 


Summir mangla dystarvenjing

KÍ spældi sín vánaligasta dyst í altjóða fótbólti í ár seinast móti Olimpija Ljubljana á útivølli. Olimpija Ljubljana vann uppiborið 2-0 í einum dysti, har KÍ-liðið ikki heilt líktist sær sjálvum. So kann ein spyrja, hví so var. M.a. hevði KÍ ein strævnan ferðadag til Slovenia tveir dagar áðrenn dystardagin. Eisini var hesin dysturin sermerktur við, at tað vóru 12 dagar frá síðsta dysti hjá KÍ og tað hevur kanska verið ov leingi, so at dystarrútman er partvís farin. Tí KÍ hevur líka síðani í summar spælt nógvar dystir við hægst sjey døgum millum dystirnar í altjóða fótbólti. Hesaferð er enn longri millum dystirnar, heili 21 dagar eru frá dystinum í Ljubljana. Men har vigar tað upp, at Odmar Færø, Jóannes K. Danielsen, René S. Joensen, Jákup B. Andreasen og Børge Petersen hava spælt landsdystir, harav teir fýra fyrru móti londum/landi (Norra og/ella Albania) á høgum stigi á útivølli.

 


Hvussu verður KÍ uttan Árna Frederiksberg?

Tað bleiv ein svartur dagur hjá KÍ í Slovenia tí omaná tapið, so fekk Árni Frederiksberg eisini reytt kort sum ger, at hann hevur leikbann móti Slovan Bratislava. Og talan er ikki um ein og hvønn, tí Árni hevur verið nógv týdningarmiklasti leikarin hjá KÍ í álopspartinum í altjóða fótbólti í ár. KÍ hevur skorað 14 mál og í 12 av teimum hevur Árni antin skorað(6) ella lagt upp(6). Nú skal KÍ á fyrsta sinni í 2023 spæla uttan Árna í altjóða dysti, og tað kann fara at vísa seg at verða ein avbjóðing. Tí KÍ hevur ikki ein líknandi leikara at seta inn. Og so tekur Árni eisini allar deyðbóltsstøður, harav long innkøst, sum hava verið effektiv í altjóða fótbólti til at tikið ferðina úr dystinum og at skapt vandastøður ella givið hornaspørk.

 


Best fyri KÍ um Lille vinnur í Ljubljana

Um KÍ fær stig móti Slovan Bratislava, so fer alt at verða avgjørt í síðsta umfarinum. Og tá kann tað hava stóran týdning fyri KÍ, at Lille hevur vunnið sín dyst í Slovenia móti Ljubljana. Tí vinnur Lille har og Slovan Bratislava ikki vinnur í Føroyum, so er Lille víðari sum vinnari av bólkinum undan síðsta umfarinum. Vinnarin í bólkinum sleppur beinleiðis eitt umfar longri enn nr. 2, sum fær ein dyst eyka eftir bólkaspælið. Tað ger uttan iva, at Lille fer at spara nógvar av sínum bestu leikarum móti KÍ í einari tættari skrá hjá fronskum liðum. Samstundis fer franska liðið einki at hava at spæla fyri, og alt hetta eigur at økja um møguleikarnar hjá KÍ at fáa stig í Lille, sum KÍ fekk stig móti á heimavølli. Og hóast tað undir vanligum umstøðum ikki eigur at verða so realistiskt at eitt føroyskt lið fær stig í Fraklandi, so ber tað kanska til móti einum ómotiveraðum og ósamanspældum Lille-liði, um KÍ rakar sítt toppstig á útivølli, sum vit hava sæð fleiri ferðir í ár m.a. móti Ferencváros.

 


Nógv stendur uppá spæl hjá KÍ hvønn dyst

Óansæð hvat so hevur hvør dystur hjá KÍ í bólkaspælinum stóran týdning, bæði fyri KÍ og føroyskan fótbólt. Tí fyri hvønn sigur og hvønn javnleik koma pengar og stig. KÍ manglar mest sannlíkt ein sigur til at blíva styrkismett í 2. umfari í 2024, tí nú telir hvør sigur 2.000 stig og hvør javnleikur 1.000 stig, sum er sera nógv. At vinna seg víðari eitt av umførunum áðrenn bólkaspæl gevur til samanberingar bara 0.500. Hvør javnleikur gevur í pengum 1,2 millión og hvør sigur 3,7 millión, og tá fara ongar útreiðslur av. Til samanberingar gevur eitt FM 6,0 milliónir, og tá skulu útreiðslur av so sum tvær uttanlanda ferðir til báðar útidystirnir. Til føroyskan fótbólt gevur hvør sigur 0.500 stig og hvør javnleikur 0.250 stig, sum eisini er tvífalt so nógv sum til dystir áðrenn bólkaspælið. Har tykist longu næstan vist, at góðu úrslitini hjá serliga KÍ og B36 gera, at HB sum steypavinnari í 2023 byrjar í 2. umfari í Conference League í 2024 sum gevur eina byrjunarupphædd, sum er 1,5 millión meir. Og úrslitini hjá KÍ í ár gera, at steypavinnarin í 2024 nærum heilt vist byrjar í 2. umfari í Conference League. Vinnur KÍ ein dyst afturat, so er ikki óhugsandi, at steypavinnarin í 2024 byrjar í 1. umfari í Europa League og liðið á 2. plássi byrjar í 2. umfari í Conference League. Tí hava hesi úrslitini hjá KÍ eisini stóran týdning fyri føroyskan fótbólt sum heild og tey liðini, sum framyvir fara at fáa ágóðan av at byrja seinni í altjóða kappingunum og harvið tryggja sær eina munandi størri inntøku.

KÍ-Slovan Bratislava spæla hóskvøldið 30. november kl. 17.45 á Tórsvølli.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heilsu­tænastur­nar skulu nærri borgarunum
Faroe Pride 2024: ein fagnaður fyri ymis…
Suðuroyar­tunnilin er ein átrokandi nýski…
Viðmerkti á TV2 úr Klaksvík
Vit tippa: Ein varin ólavsøkurøða við en…
Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti
Her er skráin fyri Summar Festivalin
Nýtt reinsiverk Niðri í Gili
Herman Lindberg er farin, men ómetaliga…
Skúgvurin frá Einar´s Distillery - 5 ára…
Ólavsøkan byrjar í SMS
Ókeypis Familju­krókur hjá Føroya Pro Vit…
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen