Lýsing
Lýsing
Lýsing

Politikarar válka sær í peningaligum serskipanum

SKRIVAÐ: Nevndin í Føroyskir Fiskimenn Uttanlands, FFU  |  28.11.2023 - 20:59 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Politiska skipanin, við samgonguni og landsstýrinum á odda, er nú farin í hernað ímóti føroyskum fiskimonnum og sjómonnum við føroyskum og útlendskum skipum og arbeiðsfólki uttanlands - skattligar serskipanir skulu niðurlagast og avtakast.

 

 

Sjómannafrádrátturin, uttanlandsfrádrátturin, samdøgurfrádrátturin og 154B frádrátturin skulu allir niðurlagast og avtakast sum frálíður.

Politiska grundgevingin er m.a., at tað ikki er rætt og gott, at ávísir samfelagsbólkar ella borgarar virka innan serskipanir, t.d. heldur Fíggjarmálaráðið, at arbeiðsmarknaðurin verður skeiklaður. Men flest øll í hesum landinum vita, at føroyska samfelagið hevur nógvar serskipanir á øllum økjum (selektivar skipanir, sum raka avmarkað og málrættað), eisini á skattaøkinum. Knappliga skal ein skattaserskipan til ein ávísan samfelagbólk, sum enntá leggur eftir sær til samfelagið 1 milliard kr. í lønarinntøkum, avtakast - ein stabil inntøka, sum við stórari vissu fer at minka, um henda politiska ætlanin gerst veruleiki.

Men, men ……

- # Visti tú, at landsstýrisfólk aftrat lønini fáa kostnaðarendurgjald fyri flutning (200 ferðir árliga), koyripening og tunnilsgjald (200 ferðir árliga) og at landið útvegar og rindar fyri allar neyðugar samskiftisútreiðslur, t.e. keyp og nýtsla av fartelefonum og interneti. Endurgjald fyri útreiðslur til bústað í høvuðsstaðnum upp til 10.000 kr. pr. mánað fyri húsaleigu, el og hita.

Embætisferðir innanlands og uttanlands hjá landsstýrismonnum fara fram eftir somu reglum sum galda fyri tænastumenn landsins - landið rindar dagpening, flutning, gisting o.a.

- # Visti tú, at løgtingsfólk aftrat løn og vanligari viðbót, fáa árligt kostnaðarendurgjald fyri útreiðslur, sum standast av arbeiðnum sum løgtingsmaður, grundað á reglurnar um endurgjald til tænastu- og starvsmenn:

- Flutningskostnaður við egnum bili við Strandfaraskipum Landsins 100 ferðir aftur og fram árliga

- Koyripeningur millum heimstað og Tórshavn 100 ferðir aftur og fram árliga

- Tímapeningur fyri 10 tímar dagliga í 100 dagar, tó fyri suðuroyartingmenn fullur dagpeningur 100 dagar

Sum endurgjald fyri útreiðslur, ið standast av arbeiðinum sum løgtingsmaður, verður veitt hvørjum tingmanni eitt kostnaðarískoyti uppá 2.000 kr. um mánaðin. Gjøldini eru øll skattafrí.

Í sambandi við ferðing uttanlands í løgtingsørindum verður veitt ferðaendurgjald og dag- og tímapeningur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins.

Harafturat verður veitt ein privat játtan upp á 30.000 kr. árliga til hvørt løgtingsfólk sjálvt at brúka, til ráðstevnur, ferðing o.a. - og ongin veit, hvat kemur burturúr.

- # Visti tú, at landsstýrið ásetir løn, viðbøtur og sersømdir til sendifólk, sum tilsamans fáa í samsýning millum 46.000 kr. og 74.000 kr. mánaðarliga, eftir skatt (barnafrádrátt, barnagjald o.a.). Hetta svarar til eina væl betalta stjóraløn í Føroyum uppá brutto einar 150.000 kr. mánaðarliga. Og ongin veit, hvat hesi sendifólk gera ella avrika, heldur ikki politiska skipanin. Veitt verður eisini ein stór viðbót til makan, sum flytir við sendifólkinum.

Hesar serskipanir til politikarar og sendifólk eru gjørdar við fyrimynd eftir donskum ella norðurlendskum meginreglum og skipanum - nakað, sum politiskia skipanin vil javnseta seg við. Men, hví er tað ikki eisini galdandi fyri føroyskar fiskimenn og sjómenn við føroyskum og útlendskum skipum og arbeiðsfólki uttanlands - hesi vilja eisini javnsetast við teirra útlendsku starvsfelagaðar.

”All animals are equal, but some animals are more equal than others.” - Animal Farm, av George Orwell.

 

VH. Nevndin í Føroyskir Fiskimenn Uttanlands, FFU

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…