Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pensjónir og veitingar hækka næsta ár

SKRIVAÐ: Almanna- og mentamálaráðið  |  01.12.2023 - 18:21 Tíðindaskriv

Fólkapensjón hækkar næsta ár við 260 til 340 kr. um mánaðin

Saman við hækking í útgjaldi frá Samhaldsfasta, verður hækkingin til fólkapensjónistar 500 til 600 kr. um mánaðin.

Sostatt fer ein stakur fólkapensjónistur uttan aðra inntøku at fáa 15.520 kr. um mánaðin.

Fyritíðarpensjónin hækkar við 400 til 600 kr. um mánaðin, og hægsta endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku hækkar við nærum 1.000 kr. upp í 26.814 kr. um mánaðin.

Kunngerðin um áseting og javning av almannaveitingum fyri 2024 er nú lýst, og á nýggjárinum hækka pensjónir og aðrar almannaveitingar við 3,8% svarandi til uml. 43 mió á fíggjarlógini.

Javningin hevur stóran týdning fyri nógv fólk, og tryggjar at almannaveitingarnar fylgja gongdini í samfelagnum annars. Verður tað ikki javnað so minkar keypiorkan.

Árini 2012 til 2021 var nærum ongin javning av almannaveitingum. Men javningin er seinnu árini tíbetur komin í eina fasta legu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu