Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mál, megi og meldur í Mikkatrøð

SKRIVAÐ: Tórbjørn Jacobsen  |  04.12.2023 - 12:16 Mentan Tíðindi

 

Nú vit aka oman úr hæddini, liggur frammanfyri okkum opni favnurin Vestmanna. Tað er hásummar og sunnumorgun. Sólin stavar niður í hendan sjáldsama pottin, - hesa frálíku havnina frá náttúrunar hond. Hetta er annar dagurin á eini sjáldsamari ferð. Vit hava akað kring um Føroyar, har sum komandi er við akfari, vit báðir maðurin undir lið mínari, sum var komin sunnaneftir á egnum floyi. Hann eitur Rupert Christopher Soames, og hevur studerað politikk, heimsspeki og búskap á Eton og í Oxford. Síðan hevur hann verið stjóri í risastórum fyritøkum. Abbi hansara fekk tillutaða Nobel virðislønina fyri fagrar bókmentir í 1953. Vit hava vitjað stjóran á Fiskavirkinum í Gøtu, alirisan í Sandavági, uttanríkisráðharran í Tinganesi, fingið pannukøkur frá mammu á Glyvrum og nú ætlaði eg at vísa honum eina livandi legendu, máttulin í Mikkatrøð, men ljóð fekst ikki í fjarrøðilin. Niels hjá Petersen hevði hildið sjeyti ára veitslu fram á hendan morgunin, ei dáni í at møðin valdaði í brekkuni, men umsíðir svaraði, og so var leyst og liðugt. Rubert var serliga áhugaður í norrønu málunum, serstakliga málsligu slekt okkara í Hjaltlandi, á Mon, í pørtum av Írlandi, á Katanesi, Suðurlandi og í øðrum pørtum av Norðurskotlandi – mest fyri vestan, sum foyktust burtur í søguliga meldrinum, trokað burtur av øðrum og magnfylri málsligum vøddum. Dr. Jacobsen fekk post mortem nøkur góð orð við á vegnum frá Mr. Soames.

 

Jonhard tekur ímóti uppi við grøna portrið, fugladúrur tykist vera honum nóg nógv, og Maibritt kveikti eld undir kaffipottin, men sum vera man ynskti bretin heldur ein svalandi temunn undir góman og á tunguna fyri at svala sær vælindini. Vit spáka ígjøgnum graseyga teirra, og ítøkiliga varnast tú nú orðini hjá yrkjaranum: Í brøttum brekkum seigt er gongulag. Onkursvegna tykist tað sum, at verturin fer í eitt við jørðildi um hesi svæði. Ivist í um hann hevði riggað aðrar staðir, og hóast útsýnið er stórt og vísjónin størri, er hann vestmenningur par excellence.

 

Her vaks hann upp sum allir aðrir bygdadreingir tá í tíðini. Her varð botnurin lagdur undir ein mann viðvíkjandi øllum tí, sum skuldi til fyri at fáa eitt húsarhald at hanga saman. At halda kropsverkinum gangandi. Umframt tær stóru útbyggingarnar á ravmagnsøkinum, var Vestmanna kend sum ein av fremstu trolarabygdum í landinum. Skúlin man eisini hava verið ein skansi, tá tað komu lutfalsliga nógv børn úr Vestmanna skúla í Hoydalar at ganga, og júst soleiðis gjørdust nógvir vestmenningar mær kunnigir, meinkunnigir, ja, onkrir teirra vinmenn fyri lívið.

 

Kap Farvel. Fyri vestmenningar er hetta hvarvið, syðsta staðarnavn Grønlands, væl meiri enn eitt jarðiskt stationert fyribrigdi. Tað er ein partur av samleikanum í bygdini, og teir eru fáir, dreingirnir um okkara aldur í Vestmanna, sum ikki hava fingið sín maritima elddóp umborð á hesum landsins fyrsta hekkutogara. Jonhard er aftur undantakið, pápi hansara var gitin trolmaður, trolbassi, og tað hevði við sær, at Jonhard gjørdi nakrar túrar sum dekkari við framkomna norska togaranum Gadus í Barentshavinum - og nakrar túrar við Vestfinni og Norðfinni undir Føroyum. Sum hann plagar at taka til, tað kemur bara ein og ein stertur upp í rulluna við línufiskiskapi, hugaligari er at síggja tær stóru rúgvurnar í einum trolposa, táið tær koma sendandi upp ígjøgnum sliskuna, - kanska síggja vit hetta huglagið aftur í tí, sum hann seinri fór at fáast við.

 

Viderø prestur sigur, at: “Vestmenningar hava verið stórir og sterkir og hava eins og hvílt í styrki síni og eru tí róligir, hava eins og einki at óttast. Sýslumaðurin, Gunnar Dahl Olsen, sigur, at tá ið siglingin til Englands gjørdist serliga háskafull, og ilt var at fáa menn um borð í skipini, tá komu boð til hans úr Suðuroy at senda skipsmenn suður hagar, og tað var einki fyrir.”

 

Hjólbeintir rugga teir frá einari lið á aðra, fótliðirnir hava fingið eitt serligt anatomiskt skap av brøttu brekkunum í bygdini, verða lyftir upp frá hælinum fram á tærnar í hvørjum feti, og jarðarinnar tyngdarmáttur tykist hava serliga gott tak á teimum, teir lata seg ikki tøla ella taka av fótum, heldur ikki av hissini samfelagsligum, politiskum ella átrúnaðarligum rákum. Poppurin og rockurin í seksti árunum kanska undantikin, táið Jonhard var guitarleikari í heldur ókenda ensemblinum Gliding Slippers. Heitið bólksins bendir á, at hann tá, ikki rættiliga, var hertikin av málsliga elddópinum, ið koma skuldi.

 

Seinri legði hann á akademiskan bógv. Studeraði enskt í Áarósa og føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya. Gjørdist magistari. Okkurt skifti hevur hann lisið í London og í Oxford. Hann var adjunktur á Føroya Studentaskúla í árunum 1981 til 1995, lærugreinaráðgevi í føroyskum frá 1988 til 1995 og seinri var hann lektari við Føroya læraraskúla og námslektari á Námsvísindadeild Fróðskaparsetursins fram til 2017, táið hann fult og heilt valdi at geva Sprotanum sítt lív og alla megi sína.

 

Jonhard var limur í Málráðnum tey fimm árini frá 2012 til 2017, og eg veit annars frá næmingum á Maskinmeistaraskúlanum, at hann eisini var teimum hollur í frálæruni í enskum, havi siglt saman við onkrum teirra, og teir hava allir latið óvanliga væl at honum sum kennara.

 

Í tí Harrans ári 2000 var tað komið onkrum til hugs, at eg kanska kundi gjørt onkra nyttuna sum ovasti tjóðarinnar í mentamálum. Hóast vit gott og væl vitstu av hvørjum øðrum fyri tað, so runnu vegirnir rættiliga saman um hetta mundið. Nú eri eg uppvaksin og kálvføddur soleiðis, á sama hátt sum Jonhard, at tjóðarinnar ognir, málið og mentanin, eru mær serliga kærar. Trot var stórliga á orðabókum, og tvey ár frammanundan hevði Stiðin latið okkum ta frálíku útgávuna Donsk-føroysk orðabók. Annfinnur, Hanne, Jonhard og Zacarias høvdu stjórnað. Hon er framvegis forkunnug og eg brúki hana tíðum enn í pappírsútgávuni.

 

Hevði bara sitið í ráðnum í nakrar fáar dagar, so var tað okkum greitt, serliga mentanardeildin var áhugað í hesum, at vit máttu gera eina almenna skipan, sum stuðlaði undir, at vit fingu ein frekvens millum okkara egna móðurmál og onnur týðningarmikil tjóðarmál. Ta skipanina fingu vit skjótt upp at standa, ikki minst Jonhardi og Annfinni fyri at takka. Teir vóru eldhugaðir, og ongin ivi var um, at teir skuldu vera verkførarar í málunum, ið vóru teimum kunn. 23 ár seinri eiga vit helst heimsmetið í orðabókavavi fyri eina tjóð, ið so fá menniskju eiga og varða av. Tað var eisini um hesa tíðina at vit fóru undir blaðútgávu, og Fregnir sóu dagsins ljós. Jonhard og vit báðir feðgarnir settu hvør sína millión í verkætlanina, prominentir vinnumenn stuðlaðu okkum eisini, og vit hildu at blaðið gjørdi mun á marknaðinum, men eftir tey trý árini frá 2001-2004, stóðu vit ikki fyri fíggjarliga trýstinum og blaðhúsið lat aftur. Haldi ikki at vit grótu um tað, sum vit sjálvir mistu, vit høvdu gjørt eina ærliga roynd, sum á ein hátt eydnaðist og á ein annan hátt miseydnaðist. Tað ringasta í slíkum føri er altíð teir simplu kreditorarnir, sum komu at sleikja sárini av annara ósketni.

 

Vit plagdu at tosa saman, áðrenn blaðið kom á gøtuna, og eg minnist serliga væl tað eina kvøldið, at eg spurdi Jonhard, hvussu blaðið sá út, sum skuldi koma út morgunin eftir. “Eitt deiligt blað”, segði Jonhard, sum var blaðstýrari øll árini. “Hvussu tá?”, helt eg spurin fyri. “Nógvur tekstur”, svaraði Jonhard. – “Og ongar lýsingar?” spurdi eg. Tað er teksturin sum er umráðandi, helt hann fyri, og kanska er tað har vit finna hin sanna Jonhard. Tað er sakin tað snýr seg um, og sum ein hugsjónarligur strugglari eltir hann altíð málini stútt og støðugt. Hetta var tíðin, áðrenn miðlastuðul yvirhøvur var eitt hugtak í føroyska kjakinum, skal eisini sigast. Eitt contra dictio var so eisini tað, at ein samanbrestur við kennararnar í Vestmanna skúla gjørdi enda á mínari ministarakarrieru ta ferðina. Nakrar mánaðir seinri gjørdu vit innrás á Danatingi, og nógvar av greinunum, eisini oddagreinar, í Fregnum, vóru skrivaðar á náttartíð úti á Ríðibreytini í kongsins Keypmannahavn.

 

Primus inter pares – fremstur millum javnlíkar. Tað kann av sonnum sigast um Jonhard Mikkelsen, sum fer um sjeyti ára hvarvið um nakrar fáar dagar. Tað vellir stútt og støðugt úr Sprotakelduni í Mikkatrøð, og stjórin gevur sær hvørki stundir ella náðir til annað enn tað, at geva føroyingum tey neyðugu amboðini, og so mikið av lesnaði, at móðurmál okkara ikki aftur skal koma í ta støðu, sum Jens Chr. Svabo einaferð helt tað vera komið til – fram at endamørkum.

 

Umframt orðabøkurnar hevur Sprotin latið føroyska marknaðinum eitt ótal av bókum, og stjórin fekk í 1991 heiðursgávu úr grunni Kristians á Brekkumørk, í 2010 Heiðursgávu Landsins, í 2020 fyrstu virðisløn Vígdis Finnbogadóttir og sama árið Heiðurskross Vitans.

 

Havi mangan undrast á hvaðan hendan kolossala megin - hjá hesum drúgva og málsøkna  vestmenninginum - kemur, hvaðan kálvføðingin stavar, og hví ein maður, í eini vanligari føroyskari bygd, fer at fáast við verkevni, sum liggur so fjart frá normalinum, hevði eg nær sagt. Tað sama kann sigast um Svabo, Matras og Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Úr Miðvági, av Viðareiði og úr Skopun. Lunnurin er sjálvandi hin romantiska tjóðskaparrørslan, sum ikki nam við grannar okkara fyri sunnan. Hetta hevur absolut onki við partapolitikk at gera, lat tað vera sagt, men eru ongir lunnadragarar - rithøvundar, útgevarar, journalistar, orðabókasmiðir v.m. – ja, so konserverast málið, tað stadnar, og tá gongur tað skjótt tann skeiva vegin. Sagt verður, at tað tekur bara einum ættarliði neyðugu tíðina at týna og syndra eitt mál.

 

Undrist enn um sannføringina og komi at hugsa um Viderø, táið hann møtir einum úlvaldi – kameli – á ferðini til Jorsala. Hann skrivar: ”Einsamallur úlvaldur stendur har og gánar undan veðrinum, sokkin í undirdjúpar hugsanir, heimurin er ikki til fyrir honum. – Hundrað nøvn sigist Allah at hava, níti nýggju eru monnum kunn, einans úlvaldin veit hitt hundrasta. Ei undir í, at hann stendur dulin at sær með ovmetnaðarfullum yvirbragdi. Allah viti, hvat navn tað mun vera, og hvat tað merkir.”

 

Vit báðir Rupert Christopher Soames standa nú aftur við slokuna í Mikkatrøð. Sunnumorgunin hin 2. juli í ár. Jonhard fer frá portrinum, og vit leita okkum innar í akfar mítt. Kveiki megi í máttin, og nú vendir hann sær ímóti mær við spurnum eygum, hesin abbasonur Winston Churchills í móðurlegg, og sigur tey ógloymandi orðini: “Hetta er unikt – totalt unikt. Hvussu í allari víðu verð kann hetta bera til, at ein maður situr uppi í fjøllunum í Føroyum, og spýtir eina bók fyri og aðra eftir út á ein marknað, har ið tað bert eru hálvthundrað  túsund sálir sum skilja málið, umframt allar orðabøkurnar?”

 

C'est la question, tað er spurningurin, sum vit kanska fáa svaraðan í dag. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum um nakrar dagar, Jonhard Mikkelsen. Hesin heiðurin í dag er tær so søttliga uppiborin.

 

Føðingardagsgávan frá Runavíkar kommunu er annars, at vit hava heitt á Jonhard um at røða fyri Merkinum her í býnum hin 25. apríl 2024, í mentanarvikuni, og hesi gávu hevur hann tikið ímóti. Takk fyri tað. Mátti byrurin verið tær og tykkum blíður í ókomnari tíð.

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hálvur klaksvík­ingur søkti KÍ
Nýtt forfólk í Pedagog­felagnum
Søren Pape Poulsen deyður
Lønin avgerandi fyri brúkiliga bjarginga…
Haakon Lunov: KÍ er liðugt at keypa inn
Upptakt: KÍ-HB
Uriah Heep kemur til Klaksvíkar
Kunningarstovan á ferð í Norð­oyggjum
Móttøka í Vágum fyri fyrsta føroyska far…
Á pall fyri fyrstu ferð
Opið hús á Tekniska skúla
Prógvhandan á Yrkisnámi
Veðrið um vikuskiftið
Aðalfundur Norðoya Fornminna­felag 2024
217 ára gomul føroysk kvinnu­troyggja fun…
Magne Hoseth: Tað kom sum eitt sjokk
Magne Hoseth fekk 50 dagar - uppsagdur
Samstarvsavtala millum Sunda kommunu og…
Hugnaløta í kirkju­kjallarinum
Bátafelagið á Torradøgunum