Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áhugin fyri fótbólti minkar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.12.2023 - 19:07 Ítrottur Tíðindi

Í sendingini “Skotið – fótbóltur í grannalagnum og úti í heimi” kom fram, at áhugin fyri føroyskum fótbólti er minkandi. Tað kann bara staðfestast, men tað er ikki heilt lætt at peika á nakra undirliggjandi orsøk. Onkur nevnir pengar, onkur kappingarleist, men tað eru bert git. Jóan Pauli Jacobsen, Fríðin Ziskason og Georges Rouah komu við nøkrum boðum.

 

 

Fyrst varð komið inn á, hvat orsøkin ikki kundi vera. Tað eru so ikki samferðsluviðurskiftini, tí tey hava gjørt tað munandi lættari og skjótari at fara til dystir kring næstan alt landið. Tað eru heldur ikki pengarnir, tí teir eru bara blivnir fleiri í fótbólti. Men eitt ella annað stað eru fólk vorðin meira krevjandi, og ein ávís semja var um, at tey eisini eru meira forkelað nú á døgum.

Georges Rouah úr ÍF vísti á, at tað, at spælararnir fáa løn, var ikki vanligt fyrr, men tað hevur skapt eina framgongd fyri feløgini, so tað kann valla vera ein orsøk til, at færri fólk koma til dystirnar. Møguleikarnar at spæla fótbólt hava heldur ongantíð verið betri enn í dag, stemmaði Jóan Pauli Jacobsen, ið hevur royndir frá bæði KÍ og ÍF, í við og segði.

Fríðin Ziskason, nevndarlimir í FSF, kom við einum boði uppá orsøk, ið var, at fótbóltur møguliga er í ferð við at tapa kappingina um hyggjarar ímóti teldunum og telefonunum. Fótbóltur má menna seg, og fólk hyggja heilt øðrvísi at fótbólti í dag í mun til tá hann, Jóan Pauli og Georges vóru smádreingir og hugdu at fótbólti. 

Til ber at hoyra teir tríggjar tosa um evnið, um kappingarleist og um hvør man fara at vera harðasti kappingarneytin hjá KÍ um føroyameistaraheitið á:

https://www.youtube.com/watch?v=Vx0A3YUV4wc

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið