Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Maria Bjartalíð

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.01.2024 - 06:55 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna fara lágtrýst at vera sunnan fyri Føroyar. Tí fer ættin at liggja um landsynning og eystan. Ikki nógvur vindur – einki illveður.

Eingin heilt turrur dagur, regn ella ælaveður so at siga hvønn dag. Fyri tað mesta regn, men í løtum vátakavi í støðum.

Veðrið næstu 4 dagarnar – dag fyri dag:

Týsdag: Í morgun og seinnapartin fer ættin at vera av landsynningi. Vindferðin um 5 til 10 m/s, í støðum upp í 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Í kvøld gongur ættin upp í eystan, og vindurin veksur upp í 10 til 15 m/s. Skýloftið framvegis skiftandi og ælaveður. Hitin í dag fer at liggja úr 4 upp í 7 stig.

Mikudag: Í nátt eru 10 til 15 m/s av eystri, í løtum 13 til 18 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi. Út á fyrrapartin fer ættin niður í landsynning, og vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s. Samdrigið loft og okkurt ælið. Soleiðis er veðrið restina av degnum, tó kann vindferðin onkra løtu vera 8 til 13 m/s, og um kvøldið stutt millum ælini. Hitin í morgin 4 til 7 stig.   

Hósdagin: Hósnáttina eru 5 til 10 m/s eystaneftir, skiftandi skýloft og ælaveður. Seinnapartin 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin hósdagin 3 til 7 stig.

Fríggjadagin: 5 til 10 m/s eystan, samdrigið og regn ella vátakavi. Í støðum upp í 8 til 13 m/s. Um kvøldið gongur ættin upp í norðan, tað er samdrigið og regn ella vátakavi. Hitin 2 til 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Árligi útláns­vøkstur til vinnuna 2,6% í…
Dugir tú at vaska vembur
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti