Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyingar hava nýliga vunnið á hálvfinalistum í dart

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.01.2024 - 12:27 Ítrottur Tíðindi

Luke Littler og Scott Williams eru í hálvfinaluni í World Championsship í dart, sum verður í kvøld. Báðir hava teir tapt móti føroyingum í 2022.

Men vit skulu bara aftur til WDF Europe Cup í 2022 (EM) fyri at finna dystir, har hesir báðir hava tapt móti føroyingum. Jan MacIntosh vann 4-1 á Scott Williams fyri einstaklingar og hevði eitt miðaltal á 103,9, sum er føroyskt met og sum var hægsta miðaltal í EM-kappingini. Í liðkappingini vann Uni Árting á Luke Littler og Jan MacIntosh vann eisini har móti Scott Williams.

Luke Littler hevur fingið nógva umtala hesa kappingina, tí hann er einans 16 ára gamal. Scott Williams er óvæntað í hálvfinaluni eftir at hava vunnið á Michael van Gerwen í fjórðingsfinlaluni. Í kvøld møtast Rob Cross-Luke Littler og Scott Williams-Luke Humpries í hálvfinalunum. Finalan verður í morgin.

Niðanfyri eru ’’dómaraseðlarnir’’ frá dystunum, har Jan og Uni vunnu á hálvfinalistunum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist