Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tríggir høgir harrar miðskeiðis í landinum stóðu hóskvøldið og hálovaðu eini skipan, har tey, sum frammanundan hava bummgjøld at gjalda, skulu gjalda uppaftur meira fyri at fíggja aðrar tunlar, meðan miðstaðarøkið framhaldandi lítið og onki skal gjalda | Mynd: kvf.fo

Sig eina lygn nóg ofta ...

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.01.2024 - 11:10 Leiðarin Politikkur

Tað átti ikki at borið til, men við at endurtaka tað nóg ofta hevur tað eydnast summum fólkum at planta eina fatan millum tey í andanum fátæku í Føroyum um, at brúkaragjøld eru samhaldsføst (?!?). Tað lata vit standa eina løtu.

 

 

Hvussu hevði verið, um vit fíggjaðu sjúkrahúsverkið á sama hátt, sum vit fíggja undirsjóvartunlarnar? Jú, so høvdu sjúklingarnir goldið alt og tey frísku onki. Hevði tað verið ein samhaldsføst skipan? Sjálvandi ikki! Júst tað sama ger seg galdandi fyri undirsjóvartunlarnar – ein skipan, har brúkararnir einsamallir gjalda, er ikki samhaldsføst.

Brúkaragjøld eru tað øvuta av samhaldsfesti. Samhaldsfesti er tað øvuta av brúkaragjøldum. Vit hava eina samhaldsfasta skipan í tunlunum á landi. Teir verða goldnir gjøgnum skattin, og ikki av teimum einsamøllum, sum brúka teir. Dalstunnilin er samhaldsfast fíggjaður, Sandoyartunnilin ikki. Tunlarnir norður um Fjall eru samhaldsfastir, Norðoyatunnilin ikki. Og so framvegis.

Norðoyingar og vágafólk fingu á sinni at vita, at tá Norðoyatunnilin og Vágatunnilin vórðu útgoldnir, skuldu teir verða ókeypis fyri brúkaran at nýta. So kann man kanska siga, at tað var naivt av okkum at trúgva politikarunum, og tað var tað helst. Sum eitt plástur upp á sárið hava vit fingið støðugt lækkandi bummgjald, men útsiktin til at hesi bæði útjaðaraøkini, Vágar og Norðoyggjar, skulu mjólkast uppaftur meira við hægri gjøldum fyri at fíggja vegasambandið til restina av útjaðaranum, meðan miðstaðarøkið at kalla sleppur undan, er sera ófrættakend.

Miðstaðarøkið í Føroyum er ríkt. Har er gjørligt at keypa sær hús fyri 4 ella 5 milliónir, tí fólk eru har, sum hava ráð til at gjalda tað. Tað almenna, t.e. Landskassin, brúkar nógv tað mesta av sínum (les: skattgjaldarans) pengum í Havn. Tað er tí beinleiðis óhugnaligt at hoyra summi í fullum álvara tosa um at frítaka hendan ríka partin av føroyska samfelagnum frá at vera við til at gjalda fyri føroyska samferðslukervið undir sjónum.

Vit í útjaðaranum noyðast ofta at koyra til Havnar. Tað verði seg í sjúkraørindum, í arbeiðsørindum, til barnsburðir, til fundir ella hvat tað skal vera. Landið hevur lagt flestu almennu stovnarnar har, og tað ger, at havnarfólk sleppa undan at koyra ígjøgnum gjaldstunlar fyri at fáa tænasturnar, meðan borgarar í útjaðaranum eru noyddir at koyra ígjøgnum. Og gjalda.

Tá Norðoyatunnilin kom, vardi tað bert stutta tíð, so varð Føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi niðurløgd, og barnakonurnar máttu til Havnar. Tá so Eysturoyartunnilin kom, varð ALS í Saltangará niðurlagt, og klientarnir hava síðani tá noyðist til Havnar. Og nú Sandoyartunnilin kom, bleiv annað kommunulæknaembætið í Sandoy niðurlagt. Soleiðis verður fasta sambandið brúkt ímóti útjaðaranum, nevniliga sum argument fyri at niðurlaga vælferðartænastur og gera tær bæði tvørligari og dýrari fyri fólk í útjaðaranum. Tað er so tað, tað er.

Men minsta kravið má vera, at miðlar, tunnilsnevndarformenn, politikarar og vaksnir viðmerkjarar eru erligir! Ynskir man eina skipan við brúkaragjøldum, so er at tóna reint flagg og siga tað. Ikki at kalla tað samhaldsfesti og endurtaka tað nóg ofta í vón um, at fólk at enda fara at trúgva tí.

Annaðhvørt ert tú fyri samhaldsføstum undirsjóvartunlum, ella ert tú fyri brúkaragjøldum í teimum. Ein og sami persónur kann ikki vera fyri báðum, tí hesi bæði eru mótsetningar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áron – Nýggj bók frá Leirkerinum
Kringvarps­stjó­rin loystur úr starvi
Høvuðsarbeiðstøka at umvæla starvs­fólkab…
Bodø/­Glimt-áskoðarar í øðini um fagnaðar…
Venjarin til Betri kvinnur og 1. deild m…
Skonnartin Polo KG 141
Kristian tosar við Svein Rógva um hondbó…
Tvær ungar kvinnur og ein barna­heimur
"Teir sjey lestrar­nir" - Gudstænasta í C…
Harrapoddu­rin: Nýggjur partur úti
Næmingar spældu fyri fullum húsi
Gullbrúdleyp - Anna og Ásmund
Jólatræið á Norðoyri
Jólatræið í Ánunum
Stóra jóla­blaðið í gerð
Familju­pakkin  - ein tvingandi neyðug lo…
Jólatræið í Ánunum og á Norðoyri
Jólalig stuðuls­konsert í Varpinum
Klaksvíkar Talvfelag tvey umboð til NM
Nes kommuna fær kommunu­stjóra frá 1. jan…