Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóla- og stuðulskonsert í Havnar kirkju

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.11.2025 - 14:48 Mentan Tíðindi

Sunnukvøldið 16. novembur klokkan 17 verður boðið til eina hugnaliga løtu í Havnar kirkju við góðum jólatónleiki.

 

Jóla- og stuðulskonsertin Í Menniskjum Góður Tokki verður tikin upp hetta kvøldið, og send í sjónvarpinum seinni í mánaðinum.

Endamálið við jóla- og stuðulskonsertini Í Menniskjum Góður Tokki er at savna inn pening til barnafamiljur í Føroyum, sum liva í fátækaváða. Møguleiki verður at stuðla undir konsertini, tá ið bússan gongur.

Tey, ið framføra í Havnar kirkju verða: Barnakórið í Lívdini, Steintór Rasmussen og William Niclassen, Guðrið Hansdóttir, Kalas, Tóra Vestergaard, Brak, Martin Joensen, Naomi Rajani, Danny & the Veetos og Fríði Sigmundsson.

Áhugaverdar samrøður og innsløg verða eisini at síggja, tá konsertin verður víst í sjónvarpinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum