Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gunvør Reyðberg gevur út altjóða ítrivsbók

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.11.2025 - 15:55 Mentan Tíðindi

Hesa vikuna var bókaframløga á Spinnarínum í Klaksvík, har nýggja bókin "Søstertrik"  var løgd fram av høvundanum Gunvør Reyðberg. Bókin er givin út av kenda danska bókaforlagnum Turbine.

 

Á bókaframløguni hevði Ragnhild Ellingsgaard áhugaverda samrøðu við Gunvør Reyðberg um bókina og innihaldið av bókini, ið eru hugskot og bindiuppskriftir til gentur frá 2 til 8 ár, og dukkur teirra. Bókin er sera vakurt myndaprídd, og ber altjóða dám. Myndirnar hava Miriam & Janus Photography staðið fyri.


Spurd hví bókin kemur á donskum forlagi segði Gunvør Reyðberg, at talan er um altjóða stíl, tá binding ikki er bundin av landamørkum, men verður nýtt sum ítriv í øllum londum kring okkum. "Eg vildi tí hava eina professionella redaktión, sum dømdi um tilfarið kundi bera eina slíka altjóða bók. Tíbetur eydnaðist tað væl, og vit eru væl nøgd við nýggju bókaútgávuna" sigur Gunvør Reyðberg.


Spurd um hon væntar at bókin eisini verður at fáa uttanfyri Danmark og Føroyar sigur Gunvør, "tað vænti eg heilt víst, tí hóast bókin ikki kom út fyrr enn seinast í oktober mánað, so var hon við á stórari bókamessu í Danmark, og har vóru fleiri týsk forløg, ið bjóðaðu uppá útgávurættin av bókini í Týsklandi. Endin var var avtala var gjørd við eitt stórt týskt bókaforlag, so eg vænti at bókin verður givin út í Týsklandi í 2026", sigur ein væl nøgd Gunvør Reyðberg at enda.


Bókin fæst til keyps í føroysku bókabúðunum kring landið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…
Formula jólamenn: - Vit spreiða jólagleð…
Nýggj barnabók um stríðið millum Sigmund…
Føroysk luttøka í British Rowing Indoor…
Anfinn: - Vit bjóða út fyrsta dagin
Jólahús í Skansa­húsinum