Lýsing
Lýsing
Lýsing
Landsstýrismaðurin selur Føroyar fyri 150 kr. fyri hvørt útlendskt ferðafólk, sum kemur higar, sigur Niels Pedersen formaður í Óðalsfelagnum við Kringvarpið | Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Ringt at fáa høvd ella hala upp á lógaruppskotið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.01.2024 - 17:33 Leiðarin Politikkur Vinna

Uppskotið um gongd í haga, sum nú er umdoypt til eitt uppskot um burðardygga ferðavinnu, reisir mong ivamál, nú tað er lagt fram. Bøndurnir, sum eru teir, ið verða fyri vanbýti, hava tí sagt, at teir fara  at seta seg í samband við advokat, ið skal greina, um tað í heila tikið er lógligt at landið lóggevur turistar inn á teirra jørð.

 

 

Gjaldsportrini verða nú søga. Tað staðfestir landsstýrismaðurin við landbúnaðarmálum, Høgni Hoydal. Í staðin verður álagt eitt “náttúrugjald” á ferðafólk, sum koma til Føroya. Her er uppskotið rættiliga fløkjasligt, tí undir viðmerkingunum stendur undir pkt. 2.12, Gjøld, at “Lógaruppskotið hevur ongar ásetingar um gjøld”, undir pkt. 2.11, at eitt nátturugjald upp á 120 kr. verður ásett, meðan undir pkt. 2.1 verður roknað við einum náttúrukorti fyri 150 krónur.

Hvat er nú tað rætta? Ongin áseting um gjald, gjald à 120 krónur ella gjald à 150 krónur?

Ein vónbrotin bóndi segði við Kringvarpið, at gamaní letur lógaruppskotið upp fyri, at bøndurnir kunnu taka gjald fyri skipaðar túrar og líknandi, men at tað var sera ósannlíkt, at nakar turistur fór at biðja um nakran tílíkan túr, tá teir longu hava goldið náttúrugjaldið og harvið hava fingið atgongdina, teir eru komnir til Føroya eftir. Sami bóndi vísti á, at hóast teir fáa lut í náttúrugjaldinum, so verður tað 10 mió. dividerað við 4, svarandi til 2,5 mió., og tað talið skal so býtast við 477 høgum. Harvið gevur náttúrugjaldið í miðal kr. 5.241 krónur fyri hvønn haga, ið má sigast vera sera lítið afturfyri at hava ferðafólk gangandi har í eitt heilt ár.

Somuleiðis sigur lógaruppskotið sjálvt, at kommunurnar skulu fáa 50% av hesum náttúrugjaldinum, og tað stendur eisini í viðmerkingunum undir pkt. 2.1, meðan tað í pkt. 2.11 stendur, at kommunurnar skulu fáa tríggjar fjórðingar av gjaldinum.

Undir pkt. 2.8 stendur, at Hoyvíkssáttmálin javnsetir íslendingar við føroyingar, og tað kann valla skiljast sum annað enn, at íslendingar kunnu ganga ókeypis í føroysku høgunum, hóast tað í viðmerkingunum til §3 stendur, at náttúrugjaldið verður álagt øllum ferðafólkum. Onki verður nevnt um Heimatýrislógina, sum í §10 tilskilar, at tað ikki er lógligt at gera mun á føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum. Danir og grønlendingar eru tí í somu støðu sum íslendingar og føroyingar, tá tað kemur til gongd í haga, men bert íslendingar verða positivt nevndir. Hví?

Eisini er ein urkomisk regla komin við í viðmerkingarnar, ið er, at trýstið á eitt ávíst øki skal mátast við at skráseta talið av telefonum á staðnum.

Ivamálið, sum bøndurnir nú fara at spyrja advokat til ráðs um, er um hvørt lógaruppskotið ger seg inn á ognarrættin, sum er staðfestur í Grundlógini. Í nýggja uppskotinum stendur, at tað nú skal verða bóndin, ið skal boða frá, um ferðavinnan ikki skal kunna koma í hagan ein ávísan dag vegna t.d. fjallgongu ella haruskjóting. Sostatt fer ferðavinnan sum útgongdsstøði at hava atgongd til allar hagarnar, meðan bóndin bert hevur rætt til at hava egnan haga fyri seg sjálvan, tá fjallgonga, haruskjóting ella líknandi er. Kann hann tá longur sigast at vera eigari av haganum?

Sum heild ber lógaruppskotið brá av at vera illa úr hondum greitt, og tað inniheldur mótstríðandi orðingar og reisir fleiri spurningar, eins og nevnt omanfyri. Men tað framgongur klárt, at uppskotið fyrst og fremst tekur atlit til útlendska turistin og ikki til føroyska búnaðarmannin, ið nú stendur eftir sum tapari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólarøðan hjá Elsebeth í Ánunum
Herman Samuelsen við jólatræið á Norðoyr…
Jólaklipp, sangur, borðspøl og hugni
Hálvir sannleikar og heilar villleiðinga…
Hugburðsbroyting á ovastu rókunum er ney…
Í hugnaliga jóla­prýdda býnum tendraði va…
Sjónám: Almenn fráfaringarløta fyri Sigr…
(Aftur) stórur spenningur um fosturtøkum…
Klaksvík setur gongd í størsta bústaðarø…
Jólatrø tendra í kvøld
Silvur í Singapore og heimsmet til Vár G…
Klaksvík fingið fiskimála­ráð­harran
Seks nevndalimir skulu veljast
Felags starvs­fólkahugni
Er eitt barn meira vert enn eitt annað?
Hugnalig jóla­konsert í Glyvra kirkju mik…
Video: Eitt av løgunum frá væleydnaðu 25…
Jólarøðan hjá Anniku
Helgi eisini kvikmeistari
Fantastiskar hondbóltskvinnur