Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eyðfinnur høgrumegin, saman við vinmanninum Árna Dahl vinstrumegin.

Nú Eyðfinn fór um sýn

SKRIVAÐ: Árni Dahl.  |  08.02.2024 - 22:35 Mentan Tíðindi

Væl umtókti KÍ-formaðurin, John Reid Bjartalíð, skal hava sagt, at eitt tað ringasta við at eldast er, at tú alt oftari og oftari heldur teg hava áneyðir á at skriva minningarorð.

Men nú, ein besti spælibróðir mín úr barnaárum norðuri í Klaksvík er farin foldum frá, kenni eg meg næstan hava skyldu til at bera fram okkurt minnisbrot.

Eyðfinn Símunarson Hansen var føddur 29. mai 1946. Elsti sonur Margrethu f. Rasmusen av Kirkju og Símun Hansen úr Klaksvík.

Vit fluttu til Klaksvíkar á sumri í 1953, og Símun og pápi gjørdust starvsfelagar. Teir høvdu gingið í sama læraraskúlaflokki og tóku prógv í Havn í 1938.

Hetta sambandið gjørdi, at Eyðfinn gjørdist fyrsti leikbróðir mín, tá ið vit fluttu av Viðareiði. Báðir fóru vit í skúla í 1953 – tó ikki í sama flokk – og alla skúlatíðina, til vit tóku realprógv í 1963, hildu vit saman sum rættir vinmenn.

Øll barnaárini búði Eyðfinn norðuri á Gørðum. Har var gott at koma - hjá mentaðum fólkum, og her vórðu evnað til høvuðsverk í føroyskum yrkisbókmentum: “Havið og vit I og II” og “Tey byggja land I-VII”.

Fyrstu árini búðu vit á einum neystalofti beint niðan av Biskupsstøðbrúnni.

Úr stovuvindeyganum sóu vit beint út móti Kunoynni, ein mynd, sum er vorðin ímyndin av býnum. Og her var nógv at spæla við og at sansa. Biskupsstøðbrúgvin dró tveir smádreingir, og vit fingu lítla tráðu og stóðu og giddaði við henni. Har var yðjandi fult av ternumurtum og onkur summarseiður av og á; onkran fekst tú, men minst líka stuttligt tyktist tær litbráið, tá ið tú bart við ein, sum hvepti sær undan, so tú sást hann frá síðuni – skyggjandi reydligir litir í blágrøna sjónum við sandi sum grundliti. Ljóðið hoyrdist frá taradráttrinum, og úti fyri bunkarendanum kriaðu ternurnar og stoyttu seg í sjógv.

Niðri á Biskupsstøð satst tú ikki inni. Tú sparkaði fótbólt í kolagarðinum, vart sendur ørindi til keypmannin, reikaði um allan sandin, men mest vart tú á brúnni sjálvari. Tveir javnstórir kubbar vóru stoyptir út frá landi; síðani var rimaverk lagt á - tveir longdarbjálkar boltaðir javnfjarir út á tað uttasta á ytsta kubba og tvørfjalir negldar niðurá – so passaligt ímillum.

Umframt at fiska við tráðu, royndu vit dúgliga við glúpi – og stundum tóku vit upp heilt annað spæl. Lupu við renningarlopi kapp og vitaðu, hvør ið kláraði at leypa um flestar tvørfjalir.

Og so lærdu vit okkum at svimja. Hjá flestum okkara mundi tað byrja í áunum í Gravardali. Í norðaru ánni var Gáshylur; hjá einum smádreingi rættiliga djúpur, og har bar væl til at taka nøkur tøk, eisini at loypa  niðurí, so tað tjumsaði eftirí. Í syðru ánni, sum myndast av løkum, ið koma undan Lítlubrekku, var Tesílan. Hon var ikki so djúp, men hjá einum tveimum smádreingjum saman bar væl til at læra at halda sær uppi.

Meira enn so kom fyri, at vit báðir onkran dagin um longsta dag gjørdu av at farast skuldi við tjaldi niðan í Gravardal. Soviposi varð leitaður fram, nakrar skipskeksir keyptar í Heygabúðini, kanska ein maltøl, og nakrar breyðbitar smurdu vit at hava við.

Leiðin lá niðan um garðarnar, so varð snarað eystur- og suðurá niðan móti Gravará. Har á Tunguni niðan móti Hvítakletti funnu vit ein hóskiligan blett at tjalda. Blonk lá Borðoyarvík – onkrir bátar sóust dyrgja úti við Oyrarlandið, og vit fóru kanningarferð niðan móti Køldukinn at finna, hvar ið áin mundi taka seg upp.

Har fleyg ein lógv, ein spógvi trónaði á eini túgvu og læt sítt sermerkta lát, og yvir okkum veingjaljóðið frá mýrisnípu á flogi.

Um dimmið verður farið í posarnar, men illa gongst at sovna, tað er so ljóst og so nógv at práta um og flenna at.

Kanska durva vit eina løtu, eru so aftur á fótum og fara til gongu niðan móti Líðargjógv. Har í gjáarmunnanum er vatngoymslan, haðan býlingur okkara á Heygum fær tað leskandi vatnið. Vit trilva okkum á vestara gjáarveggi fram á loynistaðin, sum ikki er loyniligari enn so, at øll finna henda stað. Ein bøkkur verður lyftur upp, og har liggur lykilin til heingilásið, sum læsir lokið á vatnbrunninum. Sum var hetta gamal siður, tryggja vit okkum, at lykilin liggur, har hann skal, og so halda vit ferðina fram niðan gjøgnum gjónna heilt niðan á Kjølin, har vit spáka runt Langavatn  og seta okkum út á árundaðu røðina, so vit síggja oman yvir alla bygdina.

Síggja hana spakuliga vakna, síggja roykin úr skorsteinunum, síggja fólk fara frá húsum, onkran lastbil fara koyrandi úr Víkunum norður á Stengurnar, síggja bátar loysa frá landi.

Seinni gjørdust vit úlvaungar og skótar og fóru tá drúgvari ferðir – til Sørvágs, í Saksunardal og til Leynarvatn.

Tá ið vit høvdu lokið realprógv í 1963, lógu leiðir okkara ymsar vegir. Eg fór í 1964 á læraraskúla í Havn og leyk prógv í 1969; var eitt skúlaár lærari í Klaksvík og flutti so í starv í Havn, á Venjingarskúlanum og seinni á Føroya Læraraskúla.

Eyðfinn hevði umframt andaligar eisini handaligar gávur. Haldi meg ikki minnast skeivt, tá ið sagt verður, at hann eina tíð var álit hjá Dávamonnum á Dávavirkinum.

Hann fóru so til Havnar, har hann tók studentsprógv, og so lá leiðin til Keypmannahavnar at lesa. Eg haldi ikki, at hann treivst í tí leysu skipan, sum tá ráddi millum lesandi fólk. Hann fór tí á læraraskúla á Jonstrup seminarium, har hann tók prógv í 1972. Í tvey ár var hann lærari á Frederiksberg, eitt ár í Vestmanna skúla og fór so í fast starv í skúlanum á Ziskatrøð, har ið hann var, til hann fór frá fyri aldur.

Leiðir okkara bórust ongantíð av álvara saman aftur.

Henda dagin, tú vart borin til hvíldar úti í Grøv, leitaðu tankarnir til tær óteljandi stuttligu løturnar, vit har úti og aðrastaðni í Klaksvík áttu saman.

Hvíli tú í friði, Eyðfinn – barndóms- og ungdómsvinur mín.

 

Árni Dahl

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Kvartettin í Betesda sangfund í Skálavík…
5 nýggjar barnabøkur á føroyskum
City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiða…
Heiðrikur á Heygum í Gamla Seglhúsinum
Lena Anderssen spyr: “Dugir tú at tosa f…
Ruth og Gert eiga vakrasta urtagarð
FIFA-viðtøkur stríða ímóti ES-lóggávu, s…
Norðsøki 4.200 pund
200 milliónir við síðuna av
Avgerðandi dómur innan fótbóltin í dag
Upptakt: KÍ-NSÍ
Varpið rockaði
Onkutíð er neyðugt at bróta upp um ermar
Eg var helst fyrsti HF'ari í Føroyum
Kirkju­kjalla­rin: Tá Kambur sakk
”Munur er á at siga ósatt og at siga ósa…
Birgir Sigurðsson úr Klaksvík ger vart v…
HF útbúgvingarskeiðið gav mær flog og ár…
Dagføring: Loysigjaldið er 800.000 krónu…