Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt grovt æl norðan fyri Viðoynna í gjár. Veðrið í næstu viku fer at vera nakað væl lýggjari. | Mynd: Árni Benjaminsson

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.02.2024 - 14:32 Tíðindi Veðrið

Vit hava havt liggjandi kavaveður alla vikuna. Tað hevur ikki kavað allatíðina, góður løtur við stillum veðri og sólglottum hava eisini verið.

Men soleiðis verður ikki leingi afturat. Kalda høgættarrákið fer at vera í dag og í morgin afturat. Sunnunáttina fer at regna og allan sunnudagin við.

 

Tað sum er eftir at degnum í dag fer ættin at liggja um eystan, vindferðin 5 til 10 m/s, skýloftið skiftandi við tjúkkum bøklum við kavaavfalli og so glottar, har tað er nakað klárari. Hitin í dag er 1 ella 2 stig báðumegin frostmarkið.

 

Í morgin heldur mestsum sama veðrið fram, kanska færri æl, og ikki líka nógv avfall, tá ið ælini fara framvið. Hitin í morgin úr frostmarkinum og nøkur stig uppeftir.

 

Sunnunáttina fara vit at síggja broytingina í veðrinum. Tað byrjar við, at vindurin minkar eitt sindur nakað eftir midnátt leygarkvøldið, og tað slítur í í eina góða løtu.

 

Fram ímóti morgni veksur vindurin aftur av eystri, upp í 8 til 13 m/s, tað verður samdrigið, og so fer at regna. Hetta verður veðrið allan dagin, tó eitt sindur meira vindur seinnapartin, 10 til 15 m/s, og at ættin lækkar niður í landsynning. Hitin sunnudagin úr 3 upp í 7 stig.

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig