Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ fekk stóra ávaring í Sarpugerði

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.02.2024 - 20:59 Ítrottur Tíðindi

KÍ tapti at enda greitt móti Víkingi í Sarpugerði í kvøld.

Víkingur líkist einum liði, sum í ár fer at geva KÍ sína harðastu mótstøðu síðani 2021, tá KÍ byrjaði tíðarskeiðið við at vinna FM trý ár á rað. FM-kappingin tykist meira opin enn undanfarnu ár. Tí Víkingur sendi KÍ norður aftur við einum 4-1 tapi og hóast talan er um venjingardyst, so var tað bara í miðverjuni, at KÍ var skert á manningarsíðuni við serliga skadda Odmar Færø, meðan Víkingur hevur skaðar á sínar tveir vandamiklastu leikarar í álopspartinum í Sølva Vatnhamar og Olafi Bárðasyni. Annars líktust liðini sterkastu manningunum.

Talan var annars um ein javnan dyst í stórum pørtum, men Víkingar vóru munandi skarpari og so hevði Ari í H. Petersen í KÍ-málinum ein óhepnan leiklut í fleiri av málunum. Dysturin vísti, at KÍ hevur nógv at arbeiða við, serliga í verjupartinum og hetta var ein ávaring til KÍ um, hvat kann verða í væntu í ár, um liðið fellir í stigi.

Leygardagin spælir KÍ sín síðsta venjingardyst, tá B68 vitjar í Klaksvík.

 


KÍ: (4-2-3-1) Ari í H. Petersen – Jóannes K. Danielsen, Símun Kalsø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Jákup B. Andreasen, Dan í Soylu, René S. Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Mads B. Mikkelsen. Í seinna hálvleiki komu m.a. Dávid B. Andreasen, Pætur Petersen, Jóhan Josephsen og Jákup N. Vilhelmsen á vøllin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum