Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskidagaskipanin

SKRIVAÐ: Thormund Johannesen  |  25.02.2024 - 22:03 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Leingi er tað, ið væl skal vera, sigst.

 

Nú aftaná skjótt 30 ár við heimsins bestu fiskivinnuskipan, sum onkur hevur kallað fiskidagaskipanina, sigur størsti reiðarin í heimaflotanum, at har er onki skil á nøkrum og mælir til kollveltandi broytingar.

Eg havi í fleiri lesarabrøvum fyri árum síðan kritiserað fiskidagaskipanina og mælt til, at avtaka allar effektivitetsavmarkingar á veiðuliðið og seta hámark á veiðuna í staðin. Tí so kundu reiðarar sjálvir gjørt av nær hvar og við hvørjum skipum, teir fiskaðu sínar kvotur.

Úrslitini av at hava hildið fast við hesa effektivitetsavmarkandi skipan í nærum 30 ár vísa seg nú, við einum avoldaðum og inneffektivum flota og sera vánaligum umstøðum hjá manningunum.

Eg eri sannførdur um, at høvdu vit hildið fast við kvotuskipanina og ongantíð innført eina fiskidagaskipan, høvdu reiðarar langt síðan havt tillagað flotan til nakað nógv betrið egnað enn núverandi avoldaði floti.

Línuskipini sluppu, fyri nøkrum árum síðan, tíbetur av við darvandi støddaravmarkingina, hóast hetta var orsakað av einum ósonnum pástandi um, at línuskip blivu ikki meira effektiv, um tey blivu størri. 

Nú vilja so partrolararnir eisini sleppa undan støddaravmarkanini, tó við eini pelatreksavmarkan, sum helst verður nógv truplari at halda skil á, enn skipa- og motorstøddir.

Tað næsta verður væl, at aðrir skipabólkar eisini vilja sleppa undan darvandi effektivitetsavmarkingum í fiskidagaskipanini.

Men hví avtaka fiskidagaskipanina í stigum. Hví ikki avtaka hana í einum, og áseta kvotur ístaðin, so reiðarar sjálvir sleppa at ráða fyri hvørji skip, teir brúka.

Tí so fara vit at fáa trupulleikar við útblaking, vil onkur kanska halda. Men hvat so, tað er hóast alt bara viðfáningur í mun til tað, sum katastrofala fiskidagaskipanin hevur kostað samfelagnum.

Tað er í hvørfall ikki skilagott nú aftur at fara at uppfinna eina nýggja serføroyska effektivitetsavmarkandi skipan.

Vit eiga ikki at taka meira burtur úr fiskastovnunum, enn fiskifrøðingarnir mæla til, og so er at seta ta avmarkingina einans, og lata reiðarar um at fiska hesa mongd so effektivt og burðardygt, sum til ber, og tað vil siga uttan avmarkingar á skip og reiðskap.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ársins flogbóltsleikarar valdir
Kórið í Christians­kirkjuni til Bornholm
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Fólk við trygdarábyrgd mugu skilja hvørt…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda Sund ti…
KJ hevur handað tvíkiljuna Skuda SundHEV…
Broytingar í ferðsluni
Kaj Eli Blábjørg til minnis
Tøk pláss á Tøknibreyt­ini
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
TARIRA konsert í Varpinum
Alla Østerø sýnir fram
Grønland finnur seg ikki í tí – Føroyar…
Watch Me I'm Free
Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20
Jørgin Dahl letur tveir spildurnýggjar s…
Nú verður lættari at sleppa av við fløsk…
Klaksvíkar kommuna fer at skifta graslík…
Tjørnunes sigla millum Hvannasund, Svíno…
Ein vinarlig áheitan frá Miðflokki­num ti…
Lýsing