Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingsins Umboðsmaður átalar Umhvørvismálaráðið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.02.2024 - 09:30 Tíðindi

Gekk alt rætt fyri seg í Umhvørvismálaráðnum, átti ráðið ikki at havt góðkent uppskot til broyting av byggisamtykt í Tvøroyrar Kommunu tann 10. juli í 2023, sigur Løgtingsins Umboðsmaður. 

 

 

Løgtingsins Umboðsmaður hevur bæði givið Umhvørvismálaráðnum eina átalu og mælir sama ráði til at endurskoða málið um broytta byggisamtykt fyri havnarøki D í Tvøroyrar Kommunu. Áhugabólkurin Livilig kor á Tvøroyri klagaði um bæði málsviðgerðina hjá Tvøroyrar Kommunu og eftirfylgjandi góðkenningina frá Umhvørvismálaráðnum.

Áhugabólkurin fekk viðhald í, at Tvøroyrar Kommuna ikki kundi gera broytingarnar í byggisamtyktini, sum kommunan gjørdi, uttan at gera nýggja byggisamtykt. Men Umhvørvismálaráðið átti av røttum at havt kravt, at uppskotið átti at verið lagt fram til eftirlit av nýggjum, tá ið nýggjar avmarkandi ásetingar vórðu skoyttar upp í uppskotið, sigur Løgtingsins Umboðsmaður. 

Umboðsmaðurin mælir sostatt Umhvørvismálaráðnum til at endurskoða málið. Enn er ikki greitt, um Umhvørvismálaráðið fer at gera tað.

Alt álitið kann lesast her: https://www.lum.fo/alit-um-go%C3%B0kenning-fra-umhvoervismalara%C3%B0num-av-broyting-av-byggisamtykt-fyri-tvoeroyrar-kommunu

Lýsing
Seinastu tíðindini
Laila & Malan á Summar Festivalin
U21: Føroyar í HM hálvfinaluni
Nú verður dagstovnur bygdur – vit vilja…
45 norð­urlendskir biskupar á vitjan í Kl…
KÍ stendur spyrjandi
Julian rann 5 km við tíðini 14:52
Visit Faroe Islands punktum fo
- Tit súkkla fyri teimum, sum framvegis…
Ókeypis Voxbotn Nósaland verður ársins s…
Starvs­fólka­bygningu­rin á Klaksvíkar Sjúk…
Yvirskotið til Bláu Bylgju
Rynkurnar farnar úr Klaksvík
Snallabjalla inn í KÍ høllina
Bernharður Wilkinson takkar fyri seg sum…
Reydligur sjógvur kring oyggjarnar
Felagið fyri kirkju­ráð­slimir fingið búme…
Borgar­stjó­rin svarar spurningum
Eyðstein: Gongur strúkandi at fyrireika…
TSK: Lærari til Timburdeildina
Prógvhandan á Tøknibreyt­ini