Lýsing
Lýsing
Lýsing
Halla Nolsøe Poulsen stjóri í NORA, Andras S. Jacobsen kokkur á TSK og Jákup Sørensen senior-ráðgevi á NORA | Mynd: Jóhann Lützen

NORA stigtakari til kokkakapping í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.03.2024 - 16:47 Mentan Tíðindi Vinna

Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA, sigur soleiðis um, hví tey settu verkætlanina Arctic Young Chef í gongd í Føroyum: –  “Millum limalondini hava vit í langa tíð formerkt ein eftirspurning eftir hesum, nevniliga at pallseta kulinarisku scenurnar í Norðurlondum. Tað hevur verið ein tørvur á at lyfta hetta økið og fáa tað meira fram, og vit eru spent uppá, hvat fer at spyrjast burturúr”.

 

 

– “NORA hevur sum aðalmál at stimbra samstarv millum londini, og okkara høvuðsvirksemi er at stuðla verkætlanum. Vit síggja javnan, at onkur ikki søkir, hóast tað átti at verið eitt samstarv á økinum, og tí fóru vit bara í gongd sjálvi”, sigur Halla, og leggur afturat, at: – “Vónin er, at samstarvið, sum kemur burturúr, heldur fram aftaná”.

Spurd um hví valið fellur á Sjómannadagin, er svarið, at: – “Kokkaútbúgvingin liggur í Klaksvík, Sjómannadagurin hevur ein øgiliga stóran fólksligan uppbakning, og vit vilja gjarna, at so nógv sum gjørligt verða eksponerað fyri hesi kappingini og tiltakinum.”

Halla Nolsøe Poulsen endar við at siga, at ætlanin er, at tiltakið og kappingin bæði skulu varpa ljós á føroysku rávøruna og á vinnulívið, sum er við. Serliga áhugaverdar eru rávørur, sum ikki verða so nógv brúktar gerandis, og tað kann elva til avleitt virksemi við tað, at meira av rávøruni verður framleidd, og størri virksemi innan fyri matstovuvinnuna, bæði fyri verandi matstovur og komandi. 

 

Halla Nolsøe Poulsen

 

Fylg við kappingini á Instagram her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík