Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fingu stuðul frá Tekniska Skúla

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  24.03.2024 - 15:17 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Umborð á "Nónhamar", Fjalshamar ella Helenu, komu seks lærlingar og ein lærari frá Klaksvíkar Tekniska Skúla. Ørindini vóru at hjálpa til at gera Nónhamar kláran at verða søktur á havsins botn.

Í tøttum samstarvi við myndugleikarnar, hevur ein bólkur av áhuganum arbeitt við at reinsa Nónhamar fyri alt tilfar, ið ikki er burðardygt at søkkja á havsins botn. Orsøkin er, at áhugabólkurin hevur ætlanir um eitt projekt á Borðoyarvík út fyri bygdini á Oyri, har Nónhamar skal vera ein partur afturat Reynsmúla, sum varð søktur har fyri skjótt átta árum síðani, at skapa áhugaverdari umstøður at menna tilgongdina av fiski, skeljadjórðum, vøksturi og øðrum livandi verum, ið liva á Borðoyarvík.

Oliver Joensen og Jógvan Olsen hava arbeitt umborð síðani í oktober 2023. Nú er komið so mikið langt, at brúgvin, bestikkrúmið, øll kømuri, gallan, kabyssin, kahyttin, undir bakkanum, frystilastin og kølilastin eru reinsað fyri alt, ið verður mett dálkandi.

Hol er sett á skottið ímillum lastina og maskinrúmið. Nú stendur fyri framman at tøma maskinrúmið fyri alt dálkandi og tað var júst hetta, teir seks ungu lærlingarnir og lærari teirra, Ernst á Kósini  vóru komnir umborð til fríggjadagin, at hjálpa okkum við.

Vit báðir Jógvan eru teimum sera takksamir fyri stóru hjálpina. Hesir ungu standa fyri at skula evna sínar sveinaroyndir til á Tekniska Skúlanum eftir páskir, so teir fáa góð ynskir frá okkum á vegnum.

Áhugabólkurin Reynsmúli hevur limirnar Norðoya Froskmannafelag, Mekanor v. Kjartan Hansen, Kav v. Vilhelm Hansen, Kaving v. Brian Nýggjagarð, Faroe Dive v. Janus Joensen og Á Hædd v. Oliver Joensen.

Reynsmúla fingu vit frá Jógvan Olsen, ið átti skipið tá. Fyri umleið tveimum árum síðani játtaði Hanus Hansen okkum Nónhamar, Fjalshamar ella Helenu, sum er seinasta navnið á Nónhamri. Nónhamar varð bygdur á Skála í 1964 til Innistovumenninar við John Richard Klakkstein, sála, sum stjóra tá.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið Vár: ÍÐKA SOSIAL RUN
Tá brøðurnir Wright vildu flúgva
Flutningur er meira enn bilar: Avtakið e…
Virkið Vár: Familju­súkklutúrur við Norðs…
- Kvinnur­nar skulu hava lønarsáttmálar!
- Vit geva vinnaramentalitetin víðari ti…
Hvat hevur Norðoya­tunnilin haft at týða…
- KÍ kvinnur­nar hava stórt potentiali
Norðoya­tunnilin setur dám á blaðið
Upptakt: B68-KÍ
Talvkapping í Kafé Fríðu
Backgammon kapping í Kafé Fríðu
KÍ-leikari sleyt hælsinuna undir kvøldsi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir kró…
Ferðslan leygar­dagin 2. mai 2026
Virkið Vár: Bind tína egnu blómu við Gun…
Virkið Vár: Skattaveiða fyri børn í skúl…
Virkið Vár: Stokkakvøld í 1912
Týski kavbátu­rin U35 vitjar í Føroyum
Lýsing