Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársaðalfundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna

SKRIVAÐ: Nevndin  |  25.03.2024 - 11:13 Merkisdagar & Kunngerðir

Boðað verður til ársaðalfundar í Ognarfelag Tryggingartakaranna fríggjadagin 12. apríl kl. 17.00 á Hotel Hafnia

 

Dagsskrá

  • Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári
  • Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður nýtt
  • Val av nevndarlimum
  • Val av grannskoðarum
  • Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera
     

Í seinasta lagi 14 dagar frammanundan aðalfundinum verða dagsskrá og tey fullfíggjaðu uppskotini, og ársroknskapur við grannskoðaraátekningum, løgd fyri limirnar á høvuðsskrivstovu felagsins.

Mál á skránni kunnu samtykkjast við vanligum atkvøðumeiriluta, tó soleiðis, at í minsta lagi helmingurin av umboðsfólkunum eru til staðar smb. § 21 stk. 1 í viðtøkunum.

Aðalfundurin verður stýrdur av einum av nevndini valdum fundarstjóra.

Allir tryggingartakarar í Betri Trygging, sum hava fastan bústað ella heimstað í Føroyum, eru limir í felagnum. Allir limir hava rætt til at møta á aðalfundinum og taka orðið, men hava ikki atkvøðurætt. Atkvøðurætt hava limirnir í Umboðsráðnum.

Tryggingartakarar, ið ætla at møta á aðalfundinum, skulu í seinasta lagi 2 dagar frammanundan aðalfundinum skrivliga boða frá luttøku á betri@betri.fo

 

Tórshavn, 25. mars 2024

Nevndin

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG