Móðurmálsdagur í fullsettum Varpi
Ein slíkan dag verður sjálvandi varpað ljós á málið og øll tess frábrigdi, eyðkenni, málføri, tøkuorð, lániorð, nýbrigdi og alt tað, sum kann stuðla undir at varðveita og røkja mál okkara.
Føroyskt mál, sum er ríkt, verður tó bert tosað av einari lítlari tjóð, og kann tí tykjast avbjóðandi at varðveita tað við nógvum fremmandum árini, tó at tað sjálvandi eisini støðugt er fyri broytingum.
Men sum frá er liðið, hava vit rættiliga fitt at skrivligum keldum, ið styðja undir, at málið helst ikki er so at syfta, hóast áhaldandi rákið uttanífrá við øllum tí miðlameldri okkum er fyri.
Nýggja Stavsetingarorðabókin varð løgd fram og umrødd á tiltakinum. Ein fongur fyri øll at brúka og nýta gagn av.
Á móðurmálsdegnum, sum er 25. mars, komu í gjár hópin av eldsálum enn einaferð saman at umrøða viðurskifti, sum eru málinum at gagni. Hesaferð í stórfingna Varpinum í Klaksvík.
Ein drúgv skrá, sum hóast hon vardi dastið av fýra tímum, kendist hon løtt, fjølbroyttari, áhugaverd við stuttum framløgum, hugleiðingum, skemtiligum innsløgum og góðum føroyskum tónleiki. Teknmálstulkur var eisini við
Skráin sá soleiðis út:
16.00 - Vælkomin, Solby Christiansdóttir, sum var orðstýrari
16.05 - Útgávutiltakið sett, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
16.15 - Tónleikur, Knút H. Eysturstein o. fl.
16.25 - Nýggja Stavsetingarorðabókin - útgávutiltak: Helena Kannuberg og Randi Kúrberg, forkvinnur í Málráðnum
16.30 - ”Hammershaimb, stavseting og skriftmál”, Theodor E. D. Olsen, málráðslimur vegna Javnstøðunevndina og umboð í Orðabókagrunninum
16.40 - Tónleikur, Knút H. Eysturstein o. fl.
16.45 - ”Stavsetingarorðabókin nú og frameftir”, Kristin M. Magnussen, orðabókarritstjóri
16.55 - Rættlesarar verða heiðraðir fyri arbeiðið við Stavsetingarorðabókini
17.00 - 18.00 Málráðið og Føroyamál bjóða okkurt stuttflutt undir tonnina.
Sera góður viðskeri úr Kongsstovu og øl frá Føroya Bjór
18:00 - Stevnan verður sett, Djóni N. Joensen, landsstýrismaður
18.15 - Tónleikur, Rani Nolsøe
18.20 - "Komið øll við!" - Maybritt við Strond og Sjúrður Gullbein
18:40 - Føroyskt frøðimál, Marjun A. Simonsen
Steðgur
19.10 - Sjey ymisk innsløg:
- ”Óli P og málið. Hvussu keipaði Óli ð’ið?”, Óluva Klettskarð
- Rithøvundavitjanir, Gunrið Kallsberg
- Hugleiðingar um føroyska málið, Benjamin Tausen á Lava
- Týðing, Beinir Bergsson
- Vit er ein app, KVF
- At ritstjórna, Vencil Oddfíður Marni Rasmussen Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
- Skemt, Kristian Martin Petersen
20.15 - Tónleikur. Endað varð við ”Braki”, kór, sum Ingmar Berg Mikkelsen stjórnaði
Stigtakarar til hetta ómetaliga tiltakið vóru Føroyamál, Málráðið, Nám, Bókadeildin, Føroyar lesa og Vencil.
Hetta segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, í sambandi við nýggju stavsetingarorðabókina
Tað eru nú gingin góð 10 ár, síðan vit fingu lógina um Málráð, har tað er ásett, at vit skulu hava eina stavsetingarorðabók. Slíkt arbeiði er ikki løtuverk, men stórverk, og einaferð kemur tað undan, alt tað, sum verður droymt.
Í dag hátíðarhalda vit so søguliga dagin og løtuna, tá ið vit verða ríkaði við nýggju Stavsetingarorðabókini.
Av fullum og heilum hjarta ynski eg okkum øllum tillukku og sendi hjartaligar takkarkvøður til øll, sum so ella so hava verið við í hesum stóra og týdningarmikla arbeiði. Ella bragdi skuldi eg heldur sagt.
Tað er mær fortalt, at tit hava gjørt eitt heilt einastandandi gott arbeiði øll somul. Og ávøkstin síggja vit nú.
Vilt tú náa nakað skjótt, ger tað so sjálv. Vilt tú náa langt, ger tað so í felag. Hetta er kanska hóskandi yvirskrift um tilgongdina at fáa stavsetingarorðabókina gjørda.
Les alla røðuna her