Lýsing
Lýsing
Lýsing
“Sæl eru tey, sum syrgja, tí tey skula fáa troyst” (Matt. 5.4.)

Requiem í Varpinum skírisdag

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  28.03.2024 - 10:43 Mentan Tíðindi

Havnarkórið, stórt orkestur og solistar framføra gitna Ein deutsches Requiem skírisdag og langafríggjadag kring landi

Havnarkórið hevur aftur í ár sett eitt av stóru kór- og orkesturverkunum á skrá, nevniliga Ein deutsches Requiem eftir Johannes Brahms (1833-1897). Ein deutsches Requiem verður av mongum sæð sum høvuðsverkið hjá Brahms. Verkið er í sjey satsum og tekur beint oman fyri ein tíma at framføra. Tónleikurin er skrivaður fyri symfoniorkestur, kór og tveir sangsolistar, sopran og bariton.

Ein deutsches Requiem er øðrvísi enn katólska requiem, sum t.d. Mozart og Verdi hava sett tónleik til. Katólska requiemmessan – ella sálarmessan – er ein bøn fyri teimum, sum deyð eru, og byrjar við orðunum: “Requiem aeternam dona eis, Domine" (Harri, gev teimum æviga hvílu). Við Martini Luther varð requiem-messan tó avskaffað, tí í Luthersku kirkjuni verður ikki biðið fyri sálum teirra deyðu. Tey deyðu hvíla trygt í Harrans hondum. Hinvegin er jarðarferðin sambært Luthersku kirkjuni ætlað sum ein guðstænasta fyri tey, sum sita eftir. Tey syrgjandi skulu kunna finna troyst í orðunum um uppreisn og frelsu.

Ein deutsches Requiem er ætlað sum ein troyst til tey livandi. Tí byrjar Ein deutsches Requiem við kendu orðunum úr Fjallaprædikuni: “Sæl eru tey, sum syrgja, tí tey skula fáa troyst”. Brahms var bíbliukønur maður, sum sæst aftur í úrvalinum av bíbilsku tekstunum í teimum sjey satsunum. Brahms var protestantur og hevði tí ikki sama sýn á deyðan, helviti og dómadag, sum katólska trúgvin boðar. Brahms var hinvegin upptikin av spurninginum um endamálið við lívinum her á jørðini. Hetta kemur til sjóndar gjøgnum alt verkið. At deyðin er ein veruleiki og partur av lívinum, verður sligið fast í øðrum satsi við teksti úr fyrra Pætursbrævi: “Alt kjøt er sum gras, og øll tess dýrd sum blóma á grasi; grasið følnar, og blóman fellur av”. Aftur og aftur verður víst til skriftstøð, sum vit kunna finna ugga í hóast sorg og deyða. Í fyrra brævi Paulusar til teirra í Korint stendur skrivað: “Men tá ið hetta forgongiliga er klætt í óforgongiligleika og hetta deyðuliga er klætt í ódeyðuligleika, tá skal tað orðið ganga út, sum skrivað er: Deyðin er uppslúkaður í sigur. Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?”.

Ein deutsches Requiem varð frumframført í 1869 og er størsta verkið eftir Brahms. Tað var starvsfelagi og vinur hansara, Robert Schumann, og kona hansara, Clara, sum eggjaðu Brahms at skriva verkið. Hugskotið at skriva requiemið á týskum máli, fann Brahms í skjølum hjá Schumann, eftir at hann doyði í 1856. Men seint gekk at skriva verkið, og ikki fyrr enn mamma Brahms doyði í 1865, fekk hann djúpa trongd at skriva tónleikin lidnan.

Ein deutsches Requiem er eitt av høvuðsverkunum innan kór- og orkesturtónleik í tónleikasøguni.

Í kórinum eru um 80 sangarar, tveir solistar og orkestri telur omanfyri 40 tónleikarar.

Solistar: Hanne Marit Mordal Iversen, sopran

Sakarias Fredriksen Tranvåg

Konsertmeistari: Atli Ellendersen

Dirigentur: Leif Hansen

Mynd: Edward Fuglø

Konsertir:
Í Varpinum í Klaksvík skírisdag kl. 15.00 og í Vesturkirkjuni kl. 20.00. Langa fríggjadag verður konsertin í Salt kl. 15.30.

Atgongumerki: atgongumerki.fo

Filmur frá venjingunum

Viðfestu myndir eru frá konsertini við Orphei-Drengene í Varpinum 20. okt. 2023. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum