Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ slapp við skrekkinum
(Myndarøð og dystarfrásøgn) NSÍ hevði allar møguleikar til at avgera dystin í seinna hálvleiki, men tók ikki av. Tá tað hendur móti KÍ, so er ofta møguleiki fyri, at Páll A. Klettskarð og/ella Árni Frederiksberg revsa, og tað gjørdu teir eisini hesaferð.
Hóast 4-4-2 leikskipanin, sum KÍ nærum aldrin hevur spælt í landskappingini síðstu árini, hevur riggað illa teir flestu dystirnar í ár, so bleiv hildið fast í henni til hendan dystin. Ein leikskipan sum topplið, ið ynskja at stýra dystum við bólti, stórt sæð ikki brúka longur í Evropa.
Løgin leikaraval
Til fleiri av dystunum í ár hevur venjarin tikið nøkur val í uppstillingunum ella í innskiftingum, sum hava verið løgin fyri mong KÍ-viðhaldsfólk, sum hava kent hetta liðið í fleiri ár. Hesaferð var aftur málmansskiftið og tað merkir, at málverjarnir hava spælt annanhvønn dyst fyrstu trý umførini, sum vit ongantíð áður hava sæð í kappingum rundan um okkum. Síðani bleiv Pætur Petersen vrakaður nú hann annars helst hevði fingið gott sjálsálit eftir tvey mál á landsliðnum. Og eitt triðja løgið val var, at René S. Joensen spældi í miðverjuni, meðan Deni Pavlovic spældi á miðjuni. Har plagar tað altíð at verða øvugt.
Petur Knudsen í serflokki
Í fyrra hálvleiki kom NSÍ á odda 2-0 frammanfyri mongu uppmøttu áskoðarunum í góðveðrinum í Klaksvík. Petur Knudsen átti innleggið til fyrra málið, har KÍ-leikari gjørdi sjálvmál, meðan Petur skoraði sjálvur tað seinna. KÍ svaraði aftur eftir innkast, har Páll A. Klettskarð skoraði uppá leysa bóltin.
Klæmint A. Olsen svevur ikki í nátt
NSÍ hevði eina álopskenda tilgongd til dystin. Tað helt fram í seinna hálvleiki og NSÍ hótti tann sera ótrygga KÍ-verjupartin. NSÍ kom til tveir sera stórar málmøguleikar at økja til 3-1. Báðar ferðir var tað Klæmint A. Olsen, sum skuldi havt skorað til 3-1, sum kanska hevði avgjørt dystin. Men Klæmint var ikki eins skarpur, sum hann mangan hevur verið áður. KÍ fótaði sær og Páll A. Klettskarð skallaði innlegg í málið til 2-2. Og eitt sindur burturúr ongum slapp Árni Frederiksberg at svinga vinstrabeinið og so var 3-2 til KÍ. Síðstu løtuna vóru ikki stórir málmøguleikar og so endaði tað 3-2 til KÍ, har summir leikarar sóu tungir út móti endanum.
Vánaligur strukturur á KÍ-liðnum
Soleiðis sum Norðlýsið hevur sæð tað, so hevur KÍ skinklað størsta partin av 2024. Í verjupartinum er liðið illað skipað, og tí koma mótstøðuliðini til nógvar málmøguleikar og nógv mál fara ígjøgnum. Í trimum dystum móti HB, B36 og NSÍ eru sjey mál farin ígjøgnum. Í álopspartinum sær tað alt ov tilvildarligt út, og har sær út sum, at 4-4-2 leikskipanin gongur útyvir álopspartin. Tað er sum, at har manglar ein leikari til at spæla seg ígjøgnum miðvøllin. Skaðastøðan kann ikki brúkast sum umbering leingi afturat, tí nærum allir leikararnir, ið mangla, hava manglað alt kappingarárið og burtursæð frá Jákupi B. Andreasen, so er ivasamt, um hinir koma at spæla nakran stóran leiklut hetta kappingarárið. Hetta var ein kend støða hjá KÍ áðrenn flytingarvindeygað lat aftur, har KÍ valdi einki at gera. Um tvær vikur hevur KÍ útidyst móti HB og tað sama kann sigast nú sum eftir stórsteypadystin, tá onkur viðmerkjari segði, at tók KÍ seg ikki nógv fram uppá tvær vikur, so vunnu teir ikki B36, sum KÍ ikki gjørdi. Tekur KÍ seg ikki nógv fram, so vinnur liðið ikki á HB um tvær vikur. Tí í dag vann KÍ av tí orsøk, at Klæmint A. Olsen ikki var nóg skarpur til at avgera dystin í seinna hálvleiki. KÍ kann tó fegnast um tey trý stigini, men má eisini hyggja inneftir við stórum bókstavum, tí tað er langt millum góðu dystirnar higartil í ár.