Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í blandingsfiskiskapi er kvotaskipan óbrúkilig

SKRIVAÐ: Jørgen Niclasen  |  03.04.2024 - 16:41 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Kvotaskipan er perfekt á einum rokniarki - og bara har. Við fiskidagaskipan lata vit náttúrna stýra okkum og við kvotaskipan royna vit at stýra náttúruni. Tá vit vilja stýra náttúrini, kann tað bara ganga galið.

 

 

Vit hava havt kvotaskipan í Føroyum, eins og okkara grannalond hava. Útslitið var og er ikki gott. Orsøkin er, at í blandingsfiskiskapi ber ikki til avgera, hvat fiskaslag kemur í trolið ella býtur á húkin.

Við kvotskipan fáa vit útblaking av fiskasløgum, sum eingin kvota er eftir av. Vit fáa útblaking av smáfiski, tí tann stóri gevur betri prís.

Vit fáa umdoyping av fiski við landing, og vit fáa sonevndar black landing.

Tá árið er liðugt, passar alt perfekt í rokniarkinum, men er langt frá tað, ið er farið fram.

 

Fiskiskapurin í grannalondunum svíður undir kvotaskipan

Grannalondini hava havt kvotaskipan í yvir 40 ár, har fiskimonnum er lovað, at fiskiskapurin fer at verða nógv betri seinni. Úrslitið er syndarligt.

Í Barentshavinum er fiskiskapurin eftir toski í meðal umleið eina helvt, í mun til hvat hann var, tá fríur fiskiskapur var.

Í Íslandi er fiskiskapurin í meðal minni enn helvtin, av tí hann var, tá tað var fríur fiskiskapur. Í Norðsjónum er verri. Har er toskafiskiskapurin minkaður niður í mest sum einki, síðan kvotaskipan kom.

 

- Tá vit vilja stýra náttúruni, kann tað bara ganga galið

Við eini fiskidagaskipan kann allur fiskur landast uttan revsing.

Samansetingin av veiðuni er sjálvdan tann, sum frøðin hevur roknað út, men er tann sum havið veruliga kann geva. Tað verið seg bæði fiskasløg og støddir.

Fiskidagaskipan er eisini sjálvregulerandi. Er lítið til av fiski, so er fiskiskapurin vánaligur og umvent. Er vánaligt, velja skipini at liggja og vit síggja fiskidagar liggja eftir, tá árið er liðugt. So skuldi frøðin roknað skeivt, so vil fiskiskapurin altíð verða í mun til, hvat verurliga er í havinum.

Hagtølini verða altíð røtt, tí eingin orsøk er til nakað annað.

Við fiskidagaskipan lata vit náttúrna stýra okkum og við kvotaskipan royna vit at stýra náttúruni. Tá vit vilja stýra náttúrini, kann tað bara ganga galið.

 

Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins og fyrrverandi fiskimálaráðharri

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað ber ikki til at forða okkum í at key…
Barnalist á Stongunum
Ziska sleipaði Olgu Mariu á Lorvík
Jørgin Ellingsgaard 75 ár
Gadus skrivar søgu – alt til matna
Suðuroyar­tunnilin fer neyvan at hava vón…
Koppsetingarvika
KJ hevur í dag keypt fyritøkuna Pomek i…
Samgongan virðir ikki norð­urøkið
KJ keypt Pomek
Veðhaldi fyri Eystur- og Sandoyar­tunlar…
G. JØRGENSEN letur upp á Stangavegnum
Gandafloytan í Varpinum
Sannleikin um pávadømið
Reimund nýggjur í nevndini hjá KT-felagn…
Folk-punk, framtíðarrokk og hitabylgja á…
Norð­oyastevnubrak á Føroya Bjór
Nógv áhugaverd mál á býráðsfundi
Breið semja um at betra umstøður­nar hjá…
Eldraráðið skipar fyri tiltaki í Miklada…