Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lisbeth Nebelong við nýggjum søgum úr Føroyum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.04.2024 - 15:47 Tíðindaskriv

Føroyar eru sjáldsamur gestur í donskum bókmentum, men nú er høvundurin handan 'Færø Blues Trilogien' klár við stuttsøgukringinum 'Sonate for sorgfulde hjerter', sum umframt í Føroyum ferðast í Íslandi og Norðurnoregi.

 

 

'Sonate for sorgfulde hjerter' fagnar lívinum og kærleikan. Sjey samantvinnaðar søgur úr Norðri um náttúru, tónleik og ferðir, sum fáa slóðbrótandi týdning.

Rithøvundurin vevar allar sjey søgurnar saman, so at tær umframt at standa sterkt hvør sær kunnu lesast sum ein framhaldandi forteljing, íð angar av Norðuratlantshavi.

Lisbeth Nebelong, fødd 1955, búði trý ár í Havn sum barn og ung. Hon debuteraði í 2003 við 'Når engle spiller Mozart'. í 2008 kom 'Færøblues', í 2014  'Møde i mol', og í 2016 komu allar tríggjar skaldsøgurnar út í einum tríverki sum 'Færø Blues Trilogien'.

Siðani 2010 hevur Lisbeth eisini skrivað ferðabøkurnar 'Turen går til Færøerne'. 

Frá 8.- 29. apríl vitjar Lisbeth Føroyar við nýggja stuttsøgukringinum.

Hósdagin 11. april vitjar Lisbeth í Klaksvíkar bókasavni frá kl. 16.30-18

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap