Lýsing
Lýsing

Sjálvandi skulu bøturnar í landskassan

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  04.04.2024 - 16:11 Tíðindaskriv

Aksel. V. Johannesen, løgmaður, ætlar, at tær bøtur, sum verða skrivaðar á yvirtiknum málsøkjum, framyvir skulu fella í landskassan og ikki í ríkiskassan.

 

Hetta framgongur í svari frá løgmanni í dag uppá §52a fyrispurning frá Jørgeni Niclasen, løgtingsmanni.

“Tá talan er um bøtur á yvirtiknum málsøkjum, eiga hesar sjálvsagt at fella til landskassan. Tí tók eg longu málið upp við danska forsætisráðharran á fundi í Keypmannahavn hin 2. oktober í fjør. Eg kom við eini áheitan um, at samráðingar verða tiknar upp um eitt øðrvísi býti av sektum millum ríkiskassan og landskassan.” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Á fundinum varð avtalað, at Løgmálaráðið og danska Justitsministeriet umrøða hesi viðurskifti nærri. Samráðingar verða væntandi tiknar upp í næstum.

Svarið hjá løgmanni kann lesast her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS