Lýsing
Lýsing

Spyr um bandasavnið hjá Kringvarpinum

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  05.04.2024 - 08:49 Politikkur Tíðindaskriv

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning um, hvussu trygt “Savnsgullið” hjá Kringvarpinum er goymt. Talan er um ein sokallaðan § 52a fyrispurning, sum verður svaraður skrivliga.

 

Verður alt søguliga tilfarið hjá Kringvarpinum goymt í sama húsi, soleiðis at alt hvørvur, um til dømis eldur skuldi komið í? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, at svara í einum § 52a fyrispurningi.

Helgi Abrahamsen vísir á, at seinnu árini er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum.

“Tá slíkt arbeiði er gjørt er vanligt, at talgilda tilfarið verður goymt á fleiri servarum, sum ikki standa í sama bygningi. Hetta skal tryggja, at um ein servari verður raktur av eini ella aðrari hending, so er tilfarið framvegis varðveitt á einum øðrum servara,” sigur hann.

Hann spyr tí, hvar talgilda tilfarið í “Savnsgulli” hjá Kringvarpinum verður goymt, hvar upprunaligu bondini verða goymd, og hvussu tryggjað verður, at ikki alt verður burtur, um eitthvørt óhapp skuldi hent? Eisini spyr løgtingsmaðurin, um landsstýriskvinnan metir, at tilfarið er forsvarliga goymt - og um ikki, hvørjar ætlanir eru so fyri at goyma tilfarið forsvarliga?

Landsstýriskvinnan skal svara spurningunum í seinasta lagi tann 16. apríl.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS