Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bústaðarpolitikkur á breddan – floksting 2024 í Hósvík

SKRIVAÐ: Tjóðveldi  |  05.04.2024 - 12:47 Politikkur Tíðindaskriv

Um vikuskiftið er árliga flokstingið hjá Tjóðveldi, sum í ár verður í bygdarhúsinum í Hósvík. Flokstingið er árligi aðalfundurin hjá flokkinum. Høvuðsevnið á flokstinginum er bústaðarpolitikkur.

 

 

 

Bústaðartrot og bústaðarloysnir

Bústaðartrotið í Føroyum er eitt av størstu samfelags avbjóðingunum vit hava.
Leigu- og keypskostnaðurin er høgur, og hann er hækkaður í rúkandi ferð tey síðstu tíggju árini. Nýggjastu tølini hjá hagstovuni siga, at miðalprísurin fyri eini sethús í Føroyum er nærum tvífaldaður seinastu tíggju árini.

Vit seta bústaðarpolitikk á breddan við tveimum pallborðsumførum. Eitt ungdómspallborð og síðani eitt við stýrisformanninum í Bústøðum, borgarstjóranum í Sunda kommunu, aðalstjórnarforkvinnuni í Tjóðveldi og næstforkvinnuni í Tjóðveldi. Eirikur í Jákupsstovu løgtingsmaður, verður orðstýrari til kjakið.


Í Ungdómspallborðinum eru:
- Jóhannis Erlendsson
- Gunnvør Hoydal Brimnes
- Jógvan Jón Henriksen

Pallborðsluttakarar:
- Teitur Samuelsen, stýrisformaður í Bústøðum
- Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu
- Hervør Pálsdóttir, næstforkvinna í Tjóðveldi
- Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, aðalstjórnarforkvinna í Tjóðveldi

 

Kristina Háfoss vitjar flokstingið

Norðurlandaráðið hevur í komandi viku tingfund í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð at Norðurlandaráðið hevur fund her heima.

Okkara fyrrverandi landsstýriskvinna og tingkvinna, Kristina Háfoss, er stjóri í Norðurlandaráðnum, og tað gleðir okkum, at hon kemur at vitja okkara floksting nú hon er í Føroyum við einari áhugaverdari framløgu.

Yvirskriftin til fundin hjá Norðurlandaráðnum er trygd, friður og tilbúgving í Norðuratlandshavi. Kristina Háfoss fer at greiða nærri frá tí, og um arbeiðið í Norðurlandaráðnum í sínari heild.

Flokstingið er í tveir dagar. Fríggjakvøldið er formligi parturin við roknskapi, innkomnum uppskotum og val av fólki í álitisessir.
Leygardagin er almennur við formansfrágreiðing og politiskum orðaskifti.  Tá eru øll hjartaliga vælkomin.

Sí skránna niðanfyri.

 

Skráin

Fríggjadagur 5. apríl

19.00   Sigrid J. Dalsgaard, aðalstjórnarforkvinna setur flokstingið
19.15   Mentanarlig framførsla
19.30   Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara  og  yvirlýsingartoymi
20.00   Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar
21.00   Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
22.00   Kunning um limaskipanina - Heini
22.30   Val av grannskoðara

Leygardagin 6.apríl

08.30   Morgunmatur
09.30   Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður – verður stroymd á Facebook og heimasíðu floksins.
10.00: Viðgerð og orðaskifti
11.30:  Frágreiðing frá Unga Tjóðveldið
12.00:  Matarsteðgur
13.00: Pallborðsorðaskifti: Hvussu tryggja vit fólki møguleikar at seta búgv í Føroyum ið ber til at gjalda.
14.00: Steðgur
14.15: Pallborðsorðaskifti – (framhald)
15:15: Kristina Háfoss; Føroyar í Norðurlendska samstarvinum
16.00:  Politiskt orðaskifti framhald
17.00:  Yvirlýsing
18.00:  Flokstingshugni

 

 

Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag er vertur fyri flokstinginum í ár, og gleða seg at síggja nógv fólk til politiskt orðaskifti og hugnaliga samveru.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS