Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvat vilja og ætla vit við føroyska rossinum?

SKRIVAÐ: Hanna Jensen, løgtingskvinna  |  05.04.2024 - 18:05 Politikkur Tíðindaskriv

Leingi havi eg fylgt við, hvussu gongur at tryggja stovnin 'føroysk ross', og tað tykist ikki heilt eyðsýnt, at vit nóg miðvíst gera okkara til sum land og tjóð, at tað kann verða varðveitt, men eisini styrkt.

 

 

Søguna kenna tey flestu, tá Felagið Føroysk Ross varð stovnað í 70'unum, tá bert 13 ross vóru eftir, og um hvussu sjálvboðin hava virkað fyri at koma hagar, vit eru í dag - í samstarvi við skiftandi partar og politikkarar.
Eg havi sett landsstýrismanninum í búnaðarmálum, Høgna Hoydal, nakrar spurningar um føroyska rossið, tí nógvir spurningar eru um hetta evni eins og framfýsnar ætlanir hjá teimum, sum í dag virka fyri okkara serstaka rossastovni.

1) Hvussu gongur við at útvega føroyska rossinum eitt pass, so at ross kunnu útflytast, serliga í sambandi við aliætlan, hvat kostar arbeiðið, og nær kann væntast, at komið er á mál?
2) Ætlar landsstýrismaðurin at arbeiða við nýggju ætlanini, sum Felagið Føroysk Ross legði fram 27. mars í ár?
3) Um ja, hvussu ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta ímillum tey mongu vantandi átøkini fyri føroyska rossið, sum nýggja ætlanin lýsir?
4) Hvør er tíðarætlanin og fíggingartørvurin, um nýggja ætlanin fyri føroyska rossið skal fylgjast?

Viðmerkingar:
Føroyska rossið hevur røtur aftur til, tá fyrstu norðurlensku niðursetufólkini komu til Føroyar fyri fleiri enn 1000 árum síðani. Føroyska rossið er lítið, men harðbalið og sterkt og hevur lagað seg til føroyska veðurlagið og livikorini. Hetta ross hevur í dag ein avgerandi leiklut í okkara mentanararvi, men hóast tað, so er tað í sera stórum vanda fyri at doyggja út, ikki minst tí nógv av hesum rossum vórðu útflutt, eins og stórt felli hevur verið í stovninum. Elsta kelda um hetta er frá 1857, tá 844 ross vóru í mun til tey 82 í dag.

Felagið Føroysk Ross varð sett á stovn í 1978 fyri at bjarga føroyska rossinum og hevur gjørt og ger enn eitt megnar arbeiði. Men enn eru stór tøk at taka fyri at bjarga føroyska rossinum, og tað hevði kanska verið natúrligt, um landið tók størri ábyrgd av hesum arbeiði. Búnaðarstovan læt í fjør Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum umsitur landbúnaðar- og húsdjóramál, upprit um skipanarreglur fyri virksemið á Búnaðarstovuni viðvíkjandi varðveitingararbeiðinum fyri Føroyska rossið. Áhugavert hevði verið at frætt nærri um tað.

Nógv arvaligt tilfeingi varð á sinni mist úr rossastovninum, og kemur hetta ongantíð aftur. Vandin fyri innannøring er stórur, men við greiðum ætlanum og góðum samstarvi ber til at arbeiða seg burtur úr hesum. Í 2018 varð skrásetingarskipanin, Føroya Fongur, gjørd, har til ber at síggja upplýsingar um uppruna, avkom, aling, litir, flísnummar, myndir og mangt annað. Og í løtuni ger felagið eitt heilt merkisvert arbeiði við íslendskum klekingarryssum, tí aliumstøðurnar eru so truplar, og tí føroyska rossið enn einki pass hevur at gera tað møguligt at flyta út.

Felagið hevur eisini júst latið úr hondum eina ætlan saman við øðrum týdningarmiklum pørtum, sum er besta boð, hvussu rossastovnurin kann bjargast, og hvussu hann kann gerast væl fyri og til gagns. Ætlanin er í sjey punktum um almenna aliætlan, um at økja talið á rossum, um ílegubanka, um arbeiðshættir at forða fyri innannøring, um almenna lýsing av føroyska rossinum, um at styrkja tilvit og kunning, eisini við betri fíggingargrundarlagi og at enda um gransking og frálæru.

Av áhuga fyri, hvussu gongur við ymsum átrokandi átøkum fyri føroyska rossið, havi eg sett hesar spurningarnar í dag 5.apríl, og eg eri spent, hvat landsstýrismaðurin svarar. Eg vænti mær svar í seinasta lagi 17.apríl.

Hanna Jensen, løgtingskvinna

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS