Lýsing
Lýsing

Frá skapan til Ábraham – bíbliutímar til allar aldrar

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  05.04.2024 - 23:09 Mentan Tíðindi

Í tíðarskeiðinum frá 8. apríl til 13. mai verður Berøa í Saltangará karmur um bíbliutíma-røðina "Frá skapan til Ábraham", har øll eru vælkomin at luttaka, sum ynskja at koma at kenna orð Guds og HARRAN betur og soleiðis vaksa andaliga – bæði ung og eldri.

Undir heitinum "Hvat lærir orð Guds?" skipar Petur á Roykheyggi saman við øðrum fyri bíbliutímum um ymisk evni og tíðarskeið í orði Guds.

 

Komandi 6 vikurnar – frá 6. apríl til 13. mai – verðurfyrsta røðin, har evnið er “Frá skapan til Ábraham”. Talan er um seks fylgjandi mánakvøld kl. 19:30-21:00 og tveir leygardagar fyrrapart kl. 10:00-13:00.

 

Røðin er henda:

Mán. 08-04: Skapanin, 1. partur (skapanarverkið) – Pætur M. Hansen

Mán. 15-04: Skapanin, 2. partur
(menniskjað) – Jens Bech

Leyg. 20-04: Syndafallið og avleiðingarnar av tí
– Ingvard Petersen

Mán. 22-04: Nóa
– Petur á Roykheyggi

Mán. 29-04: Nóa í Nýggja testamenti
– Karl Jóhan Nielsen

Leyg. 04-05: Ábram – lyfti og sáttmáli Guds
– Oddfríður Petersen

Mán. 06-05: Ábram og Lot
– John Færø

Mán. 13-05: Lív Ábrahams
– Gunnar Nielsen

Mánakvøldini verða tveir bíbliutímar við einum drekkamunni ímillum, og leygarmorgnarnar verða tríggir bíbliutímar við ávíkavist einum drekkamunni og einari máltíð ímillum.

Hjartaliga vælkomin í Berøa – ung sum eldri.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS