Lýsing
Lýsing
Lýsing

G! kunnger: Plúmm kemur á G!

SKRIVAÐ: G!  |  09.04.2024 - 09:22 Mentan Tíðindi

Tá ið vit práta um dugnaligar ljóðførisleikarar í Føroyum, er neyvan nakar í hægri metum enn Magnus Johannesen (tangentar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur) og Leivur Thomsen (gittara). Allir tónleikarar vita hvørjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm

 

Bólkurin varð stovnaður í 1984, og hevði stóra hittið "Stjørnuskot", sum fólk enn munnu kenna í dag. 


Kendasta avrik teirra man tó vera samstarvið við Terja Rasmussen, tá ið teir spældu við á plátuni "Terji & Føstufressar".


Afturat sær hava teir Johan Hentze (trompet) og James Goodwin (slagverk), og teir fara á G! festivalinum at granska, hvussu teir kunnu blanda øll hugsandi sløg av tónleiki: Rokk, djass, country, metal, opera og popp. 


Vit kunnu  gleða okkum at hoyra nakrar av bestu ljóðførisleikarunum vit nakrantíð hava átt í Føroyum, tá ið teir trína á pall á G!


Tað er fammanundan greitt, at umframt Plúmm (FO) spæla Highasakite (NO),  Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), The Longest Johns (UK), Omar Souleyman (SY) Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Specktors (DK), Dania (FO), Alice Boman (SE) Das Body (NO), Einangran (FO), Konsörn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) og Nelly Moar (NO) á  G! 2024. 


Hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík
Spæla fólk í húsi
Kappróðrarsending á Rás 2