Lýsing
Lýsing
Lýsing

Flott og fjølbroytt kórkonsert í Varpinum

SKRIVAÐ: Kórsamband Føroya & VARPIÐ  |  09.04.2024 - 23:08 Mentan Tíðindi

Í samband við kórstevnuna 2024 í Klaksvík, verður ein forkunnug konsert í Varpinum leygardagin 13.apríl kl.16.30.

 

Stóra felagskórið leggur fyri við at framføra nøkur verk, undir leiðslu av kenda bretska kórleiðaranum, Michael Bawtree.

Síðani fara ikki minni enn 19 kór úr øllum landinum at framføra, fyri hvørjum øðrum, fyri áhoyrarunum, og ikki minst fyri eini dómsnevnd, sum skal meta kórini.

Kórini, sum luttaka í Kórstevnuni, verða mett eftir hesum eyðkennum:

A: Intónatión: Stig verða givin fyri intónatión pr. sang

B: Ljóðgóðska hjá kórinum: Stig verða givin fyri eina heildarmeting av hvussu kórið ljóðar.

C: Tulking: Stig verða givin fyri hvussu kórið tulkar tey einstøku kórverkini.

D: Heildarmeting: Stig verða givin fyri eina heildarmeting av framførsluni tað er t.d. úttrykk, koreografi, útstráling osfr.

Kórini sum eru teknaði til kórstevnuna eru hesi:

Suð, Vágakórið, Vestmanna Sangkór, Tórshavnar Manskór, Glymur, Ljómur, Eystanljóð, Fuglafjarðar Sangkór, Stranda Sangkór, Klaksvíkar Manskór, Xperiment, Havnarkórið, Tórshavnar Kamarkór, Gøtu Kirkju Ungdómskór, Brak, Tarira, Silvitni, Morgunkórið, Kórið í Christianskirkjuni.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík