Lýsing
Lýsing

Sera spennandi SMS-Vox sangkapping

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.04.2024 - 10:15 Tíðindaskriv

Tey bæði næstu vikuskiftini í apríl verður SMS karmur um SMS-Vox-sangkappingina fyri børn og ung, sum eru millum 8 og 15 ár. 

 

 

 

Fyrireikararnir siga, at SMS-Vox er ikki bara ein kapping, men eitt stað at fagna teimum musikalsku ungu og tónleikinum.  

SMS-Vox gevur teimum ungu møguleika at framføra fyri stórari fjøld av áskoðarum í SMS. Vinnarin framførir haraftrat á Voxbotni, og vinnarin sleppur at royna seg í studio.

Tað verða tvey innleiðandi umfør. Tað fyrra innleiðandi umfarið verður leygardagin 13. apríl klokkan 15. og tað seinna leygardagin 20. apríl klokkan 15. Finalan verður leygardagin 27. apríl, eisini klokkan 15.

Dómarar í kappingini vera millum annað: Jens Marni, Jórun Gudmundsson, Danny Baldursson, Edith Dahl Jakobsen og Kim Hansen

Tað verða eisini kappingar á Torginum í SMS, har áhoyrararnir hava møguleika at vinna atgongumerkir til Voxbotn og aðrar góðar vinningar.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS