Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lisbeth Nebelong við nýggjum søgum higani

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  10.04.2024 - 22:38 Mentan Tíðindi

Hósdagin 11. apríl kl. 16.30 fer Lisbeth Nebelong at hava bóka- og myndaframløga í Klaksvíkar Bókasavni av hennara nýggja stuttsøgusavni "Sonate for sorgfulde hjerter", har søgurnar umframt at verða úr Føroyum eisini eru úr Íslandi og Norðurnoregi.

Sonata fyri sorgfull hjørtu er ein fagnaður til lívið og kærleikan. Sjey søgur sagdar úr Føroyum um náttúruna, tónleik og ferðir, sum eru slóðbrótandi.

Føroyar eru meira sjálvdsamar í donskum bókmentum. Men nú er rithøvundin til Færø Blues Trilogiina, ”Sonate for sorgfulde hjerter”, klár við stuttsøgukringinum, sum gongur fyri seg í bæði Føroyum, Íslandi og norður Noregi.

”Handan oyggjarnar í eystri brýtur myrkrið. Úr vindeyganum á sjúkrahúsinum sær hann Kirkjubøreyn koma krúpandi úr dimmalættingini. Skipið kemur spakuliga inn gjøgnum Nólsoyarfjørð, og innast í víkini hómast myndin av Tórshavn”.

Soleiðis byrjar bókin, sum er frá 1971 og røkkur fram til 2019. Her hitta vit skiparan, sum leggur at landi á fjarskotnum leiðum, har hann kennir seg heima. Kvinnan, sum eftir ferðini fram við Noregs firðum,  gert varug við nýggjar loynidómar, hon hevur borið, meðan maðurin sáttast við hava hana, sum hon var. Tvey ungdómskær sum koma framvið ljósinum í Lofoten. Læknin, sum á deyðastrá eggjar henni at at fylja hjata sínum.

Rithøvundin vevur tær sjey søgurnar saman, sum hvør í sínum lagi eru sekar og kunnu eisini lesast samanhangndi, osa av Norðuratlantini.

Lisbeth Nebelong búið trý ár í Tórshavn sum barn og ung. Hennara fyrsta skaldsøga kom í 2003, Når engle spiller Mozart. Í 2008 kom Færøblues, í 2014 Møde i mol, og i 2016 komu tær tríggjar skaldsøgurnar í einum verki, Færø Blues Trilogien. Síðani 2010 hevur Lisbeth skrivað ”Turen går til Færøerne”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS
Okkara framtíðar Klaksvík